Flest sjálvmorð í Grønlandi, fæst í Føroyum

Frágreiðing um sjálvmorð og sjálvmorðsroyndir í Norðurlondum vísir, at fægstu tilburðirnir eru í Føroyum og Álandi

Tíðindaskriv - Setrið, Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
5. mars 2024 kl. 13:00

Nýggja frágreiðingin hjá Norðurlandaráðnum, sum eitur Fyribyrging av sjálvmorði og sjálvmorðsroyndum í Norðurlondum, er almannakunngjørd og kann lesast her.

Frágreiðingin fevnir um árini 2000 til 2023, og aðalmálið við henni er at geva yvirlit yvir gongdina og at eyðmerkja størstu avbjóðingarnar og mest lovandi amboðini fyri at minka um trupulleikan.

Frágreiðingin vísir, at í 2022 doyðu tilsamans 3.574 fólk av egnum ávum í Norðurlondum.

Lutfalsliga vóru flestu sjálvmorðini í Grønlandi, meðan títtleikin var lægstur í Føroyum og Álandi.

Sum part av heimsmálunum settu Sameindu Tjóðir eitt mál um, at sjálvmorðstíttleikin skal minka við 33 prosentum fram til 2030. Í frágreiðingini hjá Norðurlandaráðnum stendur, at í Norðurlondum eru bara avmarkaðir batar hendir á økinum síðani 2015, men at talið á sjálvmorðum hevur ligið støðugt.

Frágreiðingin staðfestir eisini, at Føroyar, Áland og Grønland ikki lata WHO Mortality Database sjálvmorðstøl síni, eins og hini Norðurlondini gera, og at tað ikki er gott.

Eisini staðfestir frágreiðingin, at tað sum heild haltar í Norðurlondum at hava vakið eyga við sjálvmorðsroyndum, og at slík monitering kundi gjørt gagn, tá tað ræður um at eyðmerkja nýggj rák.

Tølini vísa, at umleið 75 prosent av teimum, sum beina fyri sær, hava verið í sambandi við sín kommunulækna seinasta 12-mánaðarskeiðið, men ábendingar eru um, at viðgerðartilboðini kundu verið betri.

Næstan øll Norðurlond hava eina nationala ætlan um fyribyrging av sjálvmorði. Langtíðarfígging fyri at røkka settu málum í hesum sambandi hevur alstóran týdning fyri at tryggja, at átøk verða sett í verk á læknaviðtalunum.

Eisini stendur í frágreiðingini, at mentanarligi skyldskapurin í Norðurlondum er sterk grundgeving fyri vitanardeiling og menning av felags átøkum.

August Gabriel Wang, dr.med. og adjungeraður professari í psykiatri á Fróðskaparsetri Føroya, hevur verið við í arbeiðinum at gera frágreiðingina. Hann sigur, at hóast sjálvmorðstølini í Føroyum tíbetur eru lutfalsliga lítil, so rakar hvør einasti tilburður sera meint, og at vit tí eiga at geva hesum økinum størri ans.

- Teir lutfalsliga fáu tilburðirnir gera, at vit í Føroyum ikki hava serskipanir, sum bara eru til hetta økið. Men hvørt einasta sjálvmorð er eitt ov mikið, og hetta rakar so meint og so breitt, og tí má fyribyrging vera partur av teimum skipanum, sum vit hava, so sum í psykiatriini, hjá kommunulæknunum, í felagsskapum v.m. Eisini eiga vit í Føroyum at taka áheitanina til okkum um at vera sera ansin, tá tað ræður um sjálvmorðsroyndir, og at vit rættstundis fanga ymisk rák, sum eru uppi í tíðini í samfelagnum, sigur hann.

Tað er Landslæknin, sum hevur veitt tøl fyri Føroyar til frágreiðingina og gjørt av, hvussu farast skal við upplýsingunum.