Fleiri vilja vera neyðhjálparar eftir Eriksen small í vøllin í Parkini

Eftir at Christian Eriksen fekk ein hjartasteðg leygardagin, hava óvanliga nógvir danir meldað seg til sum neyðhjálparar

Sigurjón Einarsson
15. juni 2021 kl. 07:50

Eftir at miðvallageneralurin Christian Eriksen small í vøllin í Parkini leygardagin, hava heilt nógvir danir meldað seg til sum neyðhjálpari, sum TrygFonden stendur fyri.

Tað upplýsir verkætlanarstjórin í TrygFonden, Grethe Thomas í einum tíðindaskrivi.

Farna vikuskiftið vóru tað 702 nýggj fólk, ið meldaðu seg til sum neyðhjálparar – 641 av teimum meldaðu seg til, eftir hendingina í Parkini í EM-dystinum millum Danmark og Finnland.

Verður hetta talið samanlíknað við vikuskiftið frammanundan, so vóru tað 90 fólk, sum meldaðu seg til sum neyðhjálparar.

– Eg eri heilt vís í, at tað kann koplast beinleiðis til hendingina, ið hendi í Parkini, sigur Grethe Thomas, sambært Ritzau.

Í Føroyum hava vit eina líknandi neyðhjálparaskipan, Renn fyri Lívi.

Renn fyri lívi virkar upp á tann mátan, at 1-1-2 ringir til vaktsentralin á Landssjúkrahúsinum og boðar frá einum lívleysum fólki ella einum hjartasteðgi. Eftir tað, so sendir vaktleiðarin eini boð út, sum aktiverar neyðhjálpararnar, sum eru tættast við hjá tí neyðstadda – alt eftir, hvat teirra knattstøða er, við hjálp av GPS. Tá fleiri hava sagt JA til útkallið, verður eitt lið upp á tríggjar neyðhjálparar sett saman, har hvør hjálpari fær sín leiklut, sum ger tað, at ikki eitt sekund fer til óneyðuga tíðarspillu.

Hagtølini í Føroyum siga, at hvørt ár fáa 30 føroyingar, sum ikki er á sjúkrahúsi, hjartasteðg. Tíggju prosent av hesum sleppa frá hendingini við lívinum. Til samanberingar eru tað umleið 5.400 danir, ið ikki eru á sjúkrahúsi, sum fáa hjartasteðg. 16 prosent av teimum yvirliva.

Møguleikin fyri at yvirliva ein hjartasteðg fellur við tíggju prosentum fyri hvønn minutt sum gongur – frá tí, at eitt fólk smellur um og til hjálpin kemur fram.

Hjá danska hjartafelagnum hava tey eisini merkt øktan áhuga fyri at melda seg til eitt fyrstuhjálparaskeið. Har øktist talið av tilmeldaðum fólkum við 22 prosentum, um samanlíknað verður við vikuskiftið frammanundan.  

/ritzau/