Fleiri vilja ikki hava danskar pengar - men summir vilja hava meir

Tað er stór ósemja í Løgtinginum um politisku flokkarnir í Føroyum skulu fáa fíggarligan stuðul úr Danmark, ella ikki

Áki Bertholdsen
10. oktober 2024 kl. 17:50

Skulu teir politisku flokkarnir í Føroyum, sum stilla upp til Fólkatingsval, fáa fíggjarligan stuðul frá donsku stjórnini?

Tað er spurningurin, sum nú er við at kloyva Løgtingið í tvey.

Av misgáum er lógin um at flokkarnir í Føroyum kunnu fáa stuðul úr danska ríkiskassanum, ongantíð lýst í Føroyum og tí er stuðulin útgoldin av órøttum. Men nú hevur Aksel V. Johannesen, løgmaður, lagt uppskot fyri Løgtingið um at stuðulin skal halda fram - men at Løgtingið skal samtykkja eina lóg um tað, so at lógargrundarlagið verður í ordan.

Men tað er tað stór ósemja um hetta. Tað er greitt nú málið hevur verið til viðgerar í Uttanlandsnevndini hjá Løgtinginum.

Ein meiriluti í nevndini, sum er Sólvit E. Nolsø úr Framsókn, Jacob Vestergaard úr Fólkaflokkinum, og tjóðveldiskvinnurnar Liljan Weihe og Annika Olsen, halda ikki, at føroyskir flokkar, sum stilla upp til Fólkatingið, skulu fáa fíggjarligan stuðul frá donsku stjórnini.

Tí mæla tey eisini Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

Tað er skeivt, at onnur enn vit sjálvi rinda fyri politiska upplýsing í Føroyum, siga tey.

Tey siga, at fólkatingsval verða alsamt meira óviðkomandi fyri føroyingar. Tað eru ikki fólkatingsumboðini, sum avgera viðurskiftini millum Føroyar og Danmark, tí nú verða øll politisk viðurskiftir avgreidd her heima.

Tí heldur meirilutin, at politiska upplýsingin eigur at røkjast og rindast í Føroyum og ikki í Danmark.

– Hetta er eitt kærkomið høvi at vísa, at vit taka okkum sjálvi í somikið stórum álvara, at vit sýta fyri útlendskum veitingum til føroysk viðurskiftir, siga tey.

 Stuðulin 37 krónur fyri hvørja atkvøðu um árið. Men treytin fyri at fáa stuðul er, at ein flokkur skal hava fingið í minsta lagi 1.000 atkvøður á seinasta fólkatingsvali.

– Hetta rakar teir smærru flokkarnar í Føroyum. Hvørt val liggja smáu flokkarnir annaðhvørt beint omanfyri ella beint niðanfyri sperrumarkið.

Størru flokkarnir fáa altíð eina munandi upphædd burturúr fólkatingsvalinum, meðan teir smærru fáa einki fáa, ella í besta føri eina ógvuliga lítla upphædd.

Tey í meirilutanum hava skilt á lagnum, at ein roynd er gjørd at broyta sperrumarkið fyri føroysku flokkarnar, men tað ber eftir øllum at døma ikki til.

Tey vísa á, at Løgtingið hevur eina játtan, sum flokkarnir fáa til politiska upplýsing. Og tey halda, at ynski um at stuðla føroysku flokkunum meiri, kann tann játtanin verða hækkað - og so slepst eisini undan at teir smáu flokkarnar eru fyri mismuni.

– Vit áttu eisini at brúkt hetta høvið at havt eitt orðaskifti um fólkatingsumboðanina, og hvussu hon í heila tikið tænir okkum, halda tey í meirilutanum.

Einki galið 

Minnilutin í Uttanlandsnevndini, sum er Bjarni Hammer úr Javnaðaflokkinum, Bárður á Steig Nielsen úr Sambandsflokkinum og Jenis av Rana úr Miðflokkinum, halda ikki at tað er nakað galið í at fáa fíggjarligan stuðul úr Danmark.

Teir halda, at so leingi at flokkar í Føroyum stilla upp til fólkatingsval, hava teir eisini rætt til at fáa burtur av stuðlinum, sum er merktur til tey, sum stilla upp til Fólkatingið. Tí halda teir, at tað er bæði rætt og rímiligt, at stuðulin heldur fram.

Men teir halda, at sperrumarkið upp á 1.000 atkvøður eigur at verða lækkað niður í 500 atkvøður, tí tey halda, at tað er órættvíst.

Tí heita tey á Løgmann um at gera enn eina roynd at fáa atkvøðumarkið lækkað, soleiðis at mismunur ikki verður gjørdur á flokkum, sum velja at stilla upp til fólkatingsval.

Niðanfyri sæst, hvat stuðulsupphæddin hevur verið um árið síðani seinasta fólkatingsval.