Fleiri ukrainskir býir bumbaðir
Russland hevur í dag rakt fleiri ukrainskar býir, teirra millum Kyiv, har eitt barnahospital varð sorlað.
Rúni Korsgaard
8. juli 2024 kl. 20:00
Fleiri ukrainskir býir eru mánadagin raktir av russiskum missilum. Fleiri fólk sigast at verða løstaði og hava latið lív.
Sambært ukrainska forsetanum Volodymyr Zelensky hava russisku missilirnar millum annað rakt eitt barnahospital í Kyiv, nevnt Ohmatdyt.
Russiska verjumálaráðið kunnar harafturímóti, at tað hevur framt fleiri álop á verjuídnaðarmál og -flogstøðir í Ukraina.
Borgarstjórin í Kyiv Vitali Klitschko sigur, at russiska álopið er millum tey ringastu í teimum báðum árunum, sum kríggið í Ukraina hevur staðið á.