Fleiri túsund marglætisbilar eru latnir eftir, eftir at eldur kom í eitt fraktskip í Atlantshavi, sum var ávegis til USA.
BBC skrivar, at skipið Felicity Ace var á veg úr Emden í Týsklandi til USA, tá eldur brádliga kom í skipið uttan fyri Asorurnar.
BBC skrivar, at sambært týska blaðnum Handelsblatt vóru ikki færri enn 3.965 bilar umborð, teirra millum Audi bilar, Lamborghini bilar og nakrir Bentley bilar eisini.
Eingin hevur fingið skaða av brandinum, og øll manningin slapp av skipinum í øllum góðum.
Porsche hevur váttað fyri BBC, at um 1.100 av teirra bilum eru umborð á Felicity Ace.
Arbeitt verður í løtuni við at gera ætlanir fyri at fáa Felicity Ace sleipað í land aftur.
Tað er ikki greitt, hvør støðan er hjá bilunum umborð á Felicity Ace, men sum sæst á myndini frá portugisiska loftvápninum, er nógvur roykur av skipinum.