Seinastu ódnartøkini vórðu tikin í Runavík í dag. 59 manningar vóru teknaðar til.
Hjá barnamanningum við gentum vann Sílið hjá Havnar Róðrarfelag allar sínar róðrar. Tað gjørdu tær eisini seinast og vunnu sostatt kappingina í teirra bólki. Hjá barnaróðri við dreingjum var tað Knúkur úr Róðrarfelagnum Tindi, sum fór avstað við gullinum.
Á aðalfundinum hjá Róðrarsambandinum í fjør varð samtykt at býta dreingja- og genturóðurin upp í tveir bólkar, so tey 14-16 ára gomlu rógva fyri seg og tey 17-18 ára gomlu rógva fyri seg.
Hjá gentum 14-16 ár, mátti róðurin býtast í tveir riðlar av tí at pláss ikki var hjá øllum at rógva samstundis. Síðani koma teir fremstu bátarnir úr báðum riðlunum víðari í finaluna. Tá avtornaði, var tað Kjósin úr Kollafjarðar Róðrarfelag, sum fór avstað við gullinum. Kjósin vann eisini finaluróðurin í síðstu viku. Hjá dreingjunum í saman aldursbólki var tað Sílið úr Havnar Róðrarfelag, sum var stinnast í dag. Teir vunnu eisini sínar róðrar í síðstu viku.
Hjá teimum eldru gentunum var tað Firvaldur úr Froðbiar Sóknar Róðrarfelag, sum fór avstað við gullinum í harðari kapping við Teistan úr Argja Róðrarfelag. Hjá dreingjunum í sama aldursbólki, vóru einans tríggir bátar. Eisini eru einans tríggir bátar meldaðir til norðoyastevnu, sum er í næstu viku. Jallurin úr Róðrarfelgnum Knørri vann allar sínar róðrar í síðstu viku. Tá róðu einans tveir bátar. Í dag bjóðaði Blikur av Argjum av, og vann eisini tann fyrsta róðurin. Hinir báðir róðrarnir vóru eisini sera tættir, men tá átti Jallurin longsta stráið og vann báðar teir seinastu róðrarnar og harav eisini gull. Hóast lítla undirtøku í hesum bólkinum, er lagt upp til spenning á norðoyastevnu.
Hjá fimmmannaførum við kvinnum var sera spennandi. Í síðstu viku var tað Tjaldrið úr NSÍ Kappróðri sum vann, men Blikur av argjum svaraði aftur í dag og vann allar róðrarnar í sera harðari kapping við Tjaldrið. Sostatt var tað Blikur, ið fór avstað við gullinum.
Í síðstu viku var tað einans Sjóherji úr Róðrarfelagnum Tindi, sum luttók í kappingini hjá seksmannaførum við kvinnum. Í dag bjóðaðu Tindur úr sama felag og Gongurólvur úr Havnar Róðrarfelag eisini av, og fór Gongurólvur fyrst um mállinjuna allar tríggjar róðrarnar. Tað var tó Sjóherji sum fór avstað við gullinum, tí tær høvdu flest stig. Hjá seksmannaførum við monnum var undirtøkan nógv betri, og máttu teir rógva í riðlum. Í finaluróðrinum vann Páll Fangi úr Klaksvíkar Róðrarfelag róðurin í spennandi kapping við Hósvíking og Vák, sum báðir eru úr Hósvíkar Róðrarfelag.
Hjá áttamannaførunum vóru tveir bátar í dag. Í síðstu viku vann Argjabáturin allar sínar róðrar, men hann var ikki við hesuferð. Miðvingur vann tveir av róðrunum í dag og Nevið Reyða úr Klaksvík vann ein. Miðvingur fekk tí flest stig samanlagt og vann.
Norðingur vann allar róðrarnar hjá tíggjumannaførunum. Í síðstu viku var tað Norðingur og Havnarbáturin sum kappaðust. Í dag var Havnarbáturin ikki við, men Eysturoyingur bjóðaði í staðin av. Eingin teirra megnaði at taka Norðing, sum vann allar róðrarnar.
Øll úrslitini kunnu síggjast her.