Fleiri smáir stormskaðar í gjár
Serliga fingu fleiri parkeraðir bilar skaða
Áki Bertholdsen
22. mars 2024 kl. 08:45
Tað var rættiliga nógvur stormur í gjár og løgreglan sigur, at har ringdu fólk fleiri ferðit at boða frá skaða.
Men skaðarnir vóru smáir. Løgreglan sigur, at tað vóru serliga parkeraðir bilar, tað gekk út yvir hesa ferð. Tað vóru fleiri dømi um, at fólk, sum skuldi í bilar, ella úr teimum, mistu hurðina í vindinum so at hon smekkaði í tann parkeraða bilin undir liðini á teimum.
Í einum føri skrædnaði ein húsaklædningur og feyk á tveir parkeraðar bilar og í einum øðrum føri fór eitt ruskílat á hjólum á rull og rakti ein parkeraðan bil.
Í einum føri varð ringt at boða frá, at eitt seyðahús, sum tey gjørdu ábøtur á, var við at fara í luftina.