Tað var rættiliga nógvur vindur í gjár og tað elvdi eisini til fleiri skaðar runt umkring í landinum.
Løgreglan sigur, at níggju ferðir hevur telefonin hjá teimum ringt at boða frá skaðum.
Men yvirhøvur er talan um smáttarí. Talan er um húsaklædningar, sum eru skrædnaðir, takplátur, sum eru loysnaðar, lekar, brotin vindeygu, brotnir bilrútar og ymiskt av tí slagnum.
Tað er heilt úr Trongisvági til Klaksvíkar, at Fólk hava ringt um skaðar.
Landsverk sigur framvegis frá nógvum vindi, frá nøkrum og tjúgu metrum um sekundið upp um 30 metrar um sekundið um Gjáarskarð, á Oyggjarvegnum og í Syðradali.
Og hetta verður veðrið, vit skulu venja okkum við alla vikuna, tað vil siga, at tað verður nógvur vindur av útsynningi og vestri og eftir veðurtíðindunum verður tað ikki fyrr enn sunnudagin at hann hæsar av.