Tað eru fleiri broytingar á landsliðnum í fótbólti, sum skal spæla venjingardystir móti Liktenstein og Danmark, 22. mars og 26. mars.
Arnbjørn Svensson er nýggjur á landsliðnum. Miðverjin hjá Víkingi hevur banka upp á í eina tíð og nú er hann á liðnum í staðin fyri Odmar Færø, ið er skaddur. Teitur M. Gestsson er við aftur og tekur plássið hjá Bjarta V. Mørk.
Samstundis boðað fótbóltssambandið frá, at bæði Jóannes Kalsø Danielsen og Jákup B. Andreasen verða pápar í næstum og av tí sama hava teir givið avboð. Ári M. Jónsson er skaddur og Sonni Ragnar Nattestad spælir ikki, tí hann hevur einki felag, og Gilli Rólantsson spælir við TB í 1.deild, og landsliðsvenjarin hevur boðað frá, at hann brúkar ikki spælarar úr næstbestu deildini.
Sostatt er slóðað fyri at Daniel Johansen, Bartal Wardum og Magnus Egilsson, eru tiknir við í hópin.
Samstundis er greitt, at hóast Páll A. Klettskarð skoraði fýra mál fyr KÍ í ársins fyrsta landskappingardystinum í ár, er ikki pláss fyri honum á landsliðnum.
Hópurin
Málverjar:
Teitur M. Gestsson, HB Tórshavn
Mattias Heðinsson Lamhauge, Fredricia (Danmark)
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Verjan:
Hanus Sørensen, HB Tórshavn
Viljormur Davidsen, HB Tórshavn
Daniel Johansen, Thisted FC
Arnbjørn Svensson, Víkingur
Bartal Wardum, HB Tórshavn
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Magnus Egilsson, B36 Tórshavn
Hørður Askham, AB (Danmark)
Andrias Edmundsson, MKS Chojniczanka (Pólland)
Miðjan:
Mads Boe Mikkelsen, KÍ Klaksvík
René Shaki Joensen, KÍ Klaksvík
Andrass Johansen, B36 Tórshavn
Adrian Justinussen, Hillerød
Hannes Agnarsson, B36 Tórshavn
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Brandur Hendriksson Olsen, Fredrikstad FK (Noreg)
Álop:
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ Runavík
Jóan Símun Edmundsson, FC Shkupi (Norðurmakedónia)
Petur Knudsen, NSÍ Runavík
Pætur Petersen, KÍ Klaksvík