Fleiri mans bardust ímóti einum
Løgreglan hevur handtikið tveir mans
Áki Bertholdsen
14. oktober 2023 kl. 11:30
Beint fyri midnátt var rok í Tórsgøtu í Havn. Løgreglan sigur, at einir 3-5 útlendingar bardust ímóti einum einsamøllum manni.
Tá ið løgreglan kom á staðið, fóru allir í ymsar ættir, men tveir mans eru handtiknir.
Løgreglan veit ikki, hví teir vóru eftir hesum eina manninum. Teir báðir handtiknu liggja á støðini og skulu avhoyrastm tá ið tey hava fingið fatur á tulki.
Maðurin, sum hinir vóru eftir, fór undir læknahond á Landssjúkrahúsinum.