Fleiri likamslimir funnir hjá Kim Wall

Svenska tíðindakvinnan, Kim Wall, hvarv tann 10. august í ár.

Guðrun í Jákupsstovu
7. oktober 2017 kl. 12:28

Svenska tíðindakvinnan, Kim Wall, fór tann 10. august í ár umborð á heimagjørda kavbátin hjá danska uppfinnaranum, Peter Madsen. Ætlanin var at skriva eina grein um mannin. 

Hetta bleiv síðstu ferð, at nakar sá Kim Wall. Tann 11. august, dagin eftir at hon fór umborð á kavbátin, bleiv hon meldað horvin av løgregluni. 
Tann 21. august bórust fyrstu tíðindi í málinum. Kroppurin hjá Kim Wall var funnin við Amager Strand í Keypmannahavn, tó uttan likamslimir sum arm, bein ella høvd.

Í gjár, tann 6. oktober, vóru enn fleiri likamslimir funnir. Kavarar vóru úti og leitaði við Avedøre Holme í Køge Bugt. Her funnu tey bæði høvdið á henni og beinini. Enn manglar at finna armarnar á henni.

Tá kroppurin var funnin, 21. august, sást at hann var blivin tyngdur niður av tungum jarnpettum. Hetta fyri, at kroppurin skuldi søkka á botn. Hetta var eisini gjørt við høvdið og beinini, ið vórðu funnin í gjár.

Eigarin av kavbátinum, Peter Madsen, hevur verið varðhaldsfongslaður síðan løgreglan for inn í málið. Hann er ákærdur fyri morð og ósømiliga viðferð av einum líki. Sjálvur noktar hann seg sekur, og sigur, at Kim Wall doyði av at fáa eina tunga lúku í høvdið.