Nú hava tilsamans 64 læknar skrivað undir eina almenna fráboðan um, at teir halda, at avgerðin um fosturtøku skal liggja hjá kvinnuni sjálvari.
Um vikuskiftið skrivaðu vit, at 44 læknar høvdu skrivað undir eina almenna fráboðan um, at teir tóku undir við, at vit fáa fría fosturtøku í Føroyum.
Men nú hava 20 læknar afturat skrivað undir fráboðanina.
Læknar fyri fríum vali, sum teir kalla seg, siga, at teir taka undir við, at kvinnan skal hava ræðið á sínum egna kroppi. Teir siga eisini, at frí fosturtøka er heilsurøkt og at avgerðarrætturin skal liggja hjá kvinnuni
Teir vísa á, at síðsta summar kunngjørdi læknafelagið eina spurnarkanning um galdandi fosturtøkulóg í Føroyum.
Av teimum, ið svaraðu, søgdu 89 prosent, ella 106 læknar, at kvinnan skal taka avgerðina og at galdandi lóg eigur at verða broytt, so at tað stendur til kvinnuna sjálva at gera av um hon vil hava fosturtøku innan fyri eitt ávíst tíðarmark.
Síðani er uppskot um fría fosturtøku upp til 12, viku lagt fyri Løgtingið og í hesum sambandi hava læknar tikið stig til samla undirskriftir. Og higartil hava 64 læknar fyri fríum vali, skrivað undir upp á, at teir teir taka undir við rættinum hjá kvinnum at ráða yvir egnum kroppi.
– Atgongd til lógliga og trygga abort er heilsurøkt, og avgerðarrætturin skal liggja hjá kvinnuni, siga teir
Higartil hava hesir 64 læknarnir skrivað undir:
Gerda Ferjá Heldarskarð
Turið Jónleyg Rein
Andrea Vatnsdal
Rúni Haraldson
Bára Randrup Joensen
Turið Akraberg Poulsen
Ragnar Tausen
Stina av Kák Kollsker
Niclas Højgaard Eysturoy
Marin í Dali
Katrin Olsen
Katrina Clementsen
Amalia Danielsen
Turið Johannessen
Ronja Mikkelsen
Kristina Brekkstein
Bára Óladóttir á Dunga
Dagmar Johannesen
Henný Haraldsen
Sebastian Dahl Wærnskjold
Marnar Fríðheim Kristiansen
Mia Heinesen
Dorrit Bech Joensen
Eyðbjørg Gaard
Birita Debes
Rannveyg Friðriksdóttir
Jacobina Kristiansen
Lillian Danielsen
Sára Johannesen
Elin Holm
Guðrun Morrensen
Herborg Líggjasardóttir Johannesen
Ása Jacobsen
Guðrun Zachariasen
Jeaneth Løkjá
Fríða við Streym
Maria Winther Dalsgaard
Birna Skaalum Petersen
Anneke Højrup
Absalon Eysturoy
Rebekka Blak
Rúni Seloy
Turid Holm
Annika Olsen
Ragnfríð Kannuberg Tórolvsdóttir
Guðrun Holm Jacobsen
Billa Mouritsardóttir Foldbo
Malan Vitalis Joensen
Lív í Soylu
Elsa Splidt Jacobense
Jørgen Martin Meinhardsson
Fróði Vatnhamar Olsen
Bjørk K. Sofíudóttir
Katrin Rubek Nielsen
Tórhild Holm
Rannvá Kass Abrahamsen
Bartal Hestoy
Svanna Trygvadóttir
Rannvá Trygvadóttir
Ester Weihe Jacobsen
Barbara í Billustovu
Solfrid Jacobsen
Sára Rossetti
Konni Kass
Monika Biskopstø
Stigtakarar til at samla undirskridriftir eru Turið Jónleyg Rein, lækni á medicinska deplinum á Landssjúkrahúsinum og Gerda Ferjá Heldarskarð, lækni á deild fyri gynækologi og obstetrik í Hillerød.
Tey siga, at tey eru ikki liðug at samla undirskriftir, men arbeiða framhaldandi við tí.