Drúgva streymslitið í Nuuk í endanum av november í fjør hevur havt við sær, at fleiri børn fara at verða fødd seinni í summar, enn tað vanliga hava verið.
Tað skrivar grønlendski miðilin, Sermitsiaq, sum hevur tosað við leiðandi jarðarmóðrina á Drotning Ingrid sjúkrahúsinum í Nuuk og eisini í grønlendska heilsuverkinum.
Fyrsta streymslitið tann 24. November í fjør vardi í 18 tímar, og sambært Aininaq Willesen, leiðandi jarðarmóðrini, so er lætt at leggja eitt og eitt saman, hvat tíðin, meðan streymslitið vardi, er brúkt til.
– Vanliga plaga vit at fáa 20-25 fráboðanir frá kvinnum, ið er vorðnar við barn, men í ár er tað næstan 40, so eg tori gott at staðfesta, hvat fólk hava brúkt tíðina til, meðan býurin var myrkalagdur, sigur Aininaq Willesen við Sermitsiaq.
Leiðandi jarðamóðirin sigur, at tað er meira vanligt, at tað eru nógvir barnsburðir níggju mánaðir eftir reinsdjóraveiðitíðina, sum er í august og september.
– Vit uppliva hvørt ár, at tað eru nógvir barnsburðir í apríl og mai. Tað rokni eg við stavast frá reinsdjóraveiðitíðini, tá veiðieydnan verður fagnað í teltinum ella umborð á bátinum, leggur Aininaq Willesen afturat.