Fleiri klæðir seld triðja ársfjórðing í fjør

Sølan máld í føstum prísum hjá matvøruhandlum var yvir tvey prosent lægri 3. ársfjórðing í fjør í mun til sama tíðarskeið í 2023

hagstova.fo
17. januar 2025 kl. 23:46

Uppgerðin fyri 3. ársfjórðing 2024 vísir millum annað, at sølan av klædnapløggum vaks sjey prosent, meðan sølan av húsarhaldsútgerð minkaði fimm prosent.

Sølan í virði og umroknað til mongdir fyri smásølu er gjørd upp fyri triðja ársfjórðing í fjør.

Sølan hjá feløgum í vinnugreinini ‘Smásøla úr handlum við blandaðum úrvali, har denturin er lagdur á mat-, drykkju- og tubbaksvørur’, er tað ið vit kenna sum matvøruhandlar.

Í ársins prísum vaks sølan knøpp tvey prosent frá 3. ársfjórðingi í 2023 til 3. ársfjórðing í fjør. Um vit draga prísvøksturin frá, so fáa vit virðið fyri umsettu mongdina t.e. mongdina av seldum vørum, kallað 'sølan máld í føstum prísum'. Sølan máld í føstum prísum hjá matvøruhandlum var yvir tvey prosent lægri 3. ársfjórðing í fjør í mun til sama tíðarskeið í 2023. Tað merkir, at hóast virðið á søluni hækkaði tvey prosent, so er mongdin av seldum vørum minkað yvir tvey prosent. 

 Sølan av húsarhaldsútgerð minkaði

Í vinnugreinini ‘Serhandlar við innbúgvi, ljósbúnaði o.a. húsarhaldsútgerð’, sum liggur undir flokkinum ‘Smásøla av húsarhaldsútgerð í serhandlum’ minkaði sølan frá 3. ársfjórðingi í 2023 til 3. ársfjórðing í fjør fimm prosent bæði í ársins og føstum prísum.

 Sølan av klæðum vaks í mun til undanfarna ár

Smásølan við klædnapløggum’ hækkaði knøpp trý prosent í virði hetta tíðarskeiðið, meðan selda mongdin vaks sjey prosent.