FLEIRI ÍBÚÐIR TIL RÍMILIGAN LEIGUKOSTNAÐ

Í Føroyum er tað soleiðis, at tú næstan bara hevur tveir møguleikar:

Jessica C. Celibashi
5. november 2024 kl. 13:07
  • At búgva hjá foreldrunum, ella keypa eini hús fyri fleiri milliónir🏠.

Um tú ert heppin, fært tú kanska ein triðja møguleika, og tað er at fara út at leiga🔑.

Men! Tá er ofta talan um sera dýra leigu, sum nógv fólk ikki hava ráð at gjalda📈.

Tí haldi eg, at vit áttu at bygt fleiri íbúðir og lestraríbúðir, sum ung fólk og ungar barnafamiljur hava ráð til❗️.

Tað eigur at vera møguligt at hava eitt millumting millum at búgva hjá foreldrunum og keypa sær eini hús fyri fleiri milliónir⚖️. 

Tað er ikki rætt, at tú mást fara til Danmarkar, um tú ynskir at flyta út í leigubústað, sum hevur rímiligan kostnað❌. 

Kommunan skal til eina og hvørja tíð útvega grundstykkir til ein fjøltáttaðan bústaðarmarknað. 

Kommunan kann so útvega hesi útstykkingararbeiði og byggiarbeiði til privatu vinnuna ella bústaðir, soleiðis at fólk fáa keypt ella leiga fyri so lágan prís sum gjørligt💰🤝🏽.

Vit vinna meira enn vit missa, um vit fáa ungdómin og barnafamiljur at støðast í kommununi og í Føroyum sum heild💚🤗.

X við A😉

Jessica C. Celibashi