Fleiri í HB eru ivasamir

Vágamenn prógvaðu sunnudagin fyri sær sjálvum, at tað kann bera til at vinna á HB

Jóannes Hansen
28. juni 2023 kl. 15:11

Tað eru bara tríggir dagar síðani, at HB var gestur á Dungasandi, og nú bíða teir í 07 Vestur aftur eftir at fáa vitjan úr høvuðsstaðnum. Fyrsta bríksl í fyrru hálvfinaluni verður klokkan 18.30, og Kári J. á Høvdanum verður dómari.

Talan er um fyrru av tveimum hálvfinaluuppgerðum. Tann seinna verður í Gundadali mikudagin 27. september. Tí er møguleiki fyri, at dysturin í kvøld fer at bera brá av, at talan er um fyrra hálvleik, men hvør einstakur dystur livir sítt egna lív, og tí er tað eisini møguleiki fyri, at talan verður um sjampanjufótbólt, har báðir partar fara at stríðast og spæla fyri at vinna sær gott útgangsstøði undan avgerandi seinnu hálvfinaluni.

Sunnudagin vann 07 Vestur landskappingardystin ímóti HB við 3-2.

-Talan var um javna uppgerð, og tað kundi koppað báðar vegir. Vit gjørdu ov nógv mistøk, og tey kunnu vit ikki endurtaka í kvøld, um vit skulu vinna okkum í finaluna, sigur HB venjarin Jákup Martin Joensen.

Hjá HB er Samuel Chukwudi Johansen skaddur. Tað er ivasamt, um tríggir spælarar, sum vóru í Sørvági sunnudagin, vera førir fyri at vera millum teir fyrstu ellivu. Teir eru málverjin Teitur Matras Gestsson, miðvallarin Mathias Præst Nielsen og álopsspælarin Mads Borchers.

-3-2 sigurin ímóti HB sunnudagin var úrslit av avriki, sum spælararnir útintu fult og heilt eftir tí ætlan, sum vit høvdu lagt. Teir vístu framúr hugburð, og teir prógvaðu bæði fyri sær sjálvum og framúr áskoðarunum, sum hava so sera stóran týdning, at tað ber til at vinna ímóti teimum stóru. Nú hava vit vunnið ímóti bæði Víkingi og HB, og nú fara vit at royna eftir finaluplássinum í kappingini um løgmanssteypið, sum 07 Vestur ongantíð áður hevur vunnið, sigur 07 Vestur venjarin Michael Schjønberg.

Hjá 07 Vestur er álopsspælarin Uros Stojanov skaddur, og miðvallarin Teitur Olsen er sjúkur.