Í nátt hava tað verið umleið 200 rakettálop frá Gaza móti Ísrael, meðan Ísrael hevur lopið á Gaza við umleið 150 luftálopum. Tað sigur Allan Sørensen, sum er útsendur tíðindamaður fyri Kristiliga Dagblaðið.
Hann sigur, at heilsumyndugleikarnar í Gaza boða frá, at 22 eru deyð í álopunum í nátt, meðan sjey eru særd í einum ísraelskum býi nærhendis Gaza.
- Meginpartin í tí syðra partinum av Ísrael hava verndarrúm í teirra húsum, meðan tað sær øðrvísi út í Gaza, har tey ikki hava verndarrúm, sigur hann.
Allan Sørensen heldur, at hvørki Ísrael ella Hamas fara at taka seg burturúr hesi ósemjuni av sínum eintingum, so har má ein diplomatisk loysn koma á borðið.
- USA skal trýsta Ísrael, meðan lond sum Egyptaland og Katar hava ávirkan á Hamas, sigur hann í samrøðu við Danmark Radio.