Fleiri hundrað fólk bíða eftir heilivági á apotekinum í Havn

Nú fáa vit tvey apotek afturat og annað verður við høvuðstaðnum

Áki Bertoldsen
11. apríl 2024 kl. 11:45

Nú verður arbeitt við at fáa eitt apotek í í Vágum. Í Løgtinginum í morgun vildi Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, hava at vita frá landsstýriskvinnuni í heilsumálum, hvussu tað gongur við hesi ætlanini.

Johan Dahl, tingmaður fyri Sambandsflokkin, heldur, at hetta er ein stórur trupulleiki, sum samgongan loysir - men trupulleikin verður loystur úr skeiva endanum.

Størsti trupulleikin er ikki í Vágum, men í Havn, har bíðiraðið á apotekinum eftir at fáa heilivág, er fleiri hundrað fólk. Støðan er tann sama á Apotekinum í Steinatúni.

Landsstýriskvinnan, Margit Stórá, sigur, at tey leita eftir hølum til Apotekið í Vágum og seinasta freist at bjóða høli fram er síðst í hesum mánaðinum.

Tað er einki apotek vestan fyri, hóast har búgva eini 4000 - 5000 fólk og verður eitt apotek í Vágum, verður tað ein munandi lætti hjá fólki. Hon dugir ikki at siga akkurát, nær apotekið í Vágum letur upp, men hon væntar ikki, at tað verður so leingi - og hon ivast ikki í at tað verður ein stórur lætti hjá teimum, sum búgva har um vegir.

Hon heldur, at eitt apotek í Vágum fer eisini at lætta um trýstið á apotekinum í Havn, har bíðitíðin ofta er rættiliga long.

Men hon sigur kortini, at tá ið apotekið í Vágum er latið upp, verður eisini arbeitt við at fáa eitt apotek í Hoyvík, tí hon ásannar, at bíðitíðin á apotekunum í Havn, er ein stórur trupulleiki - og tað er eisini ein stórur trupulleiki hjá starvsfólkunum, sum eru undir stórum trýsti av tí sama.

Fólkagrtundarlagið undir einum apotekið skal helst vera eini 3000 - 5000 fólk, tí annars loysir tað seg ikki fíggjarliga. Magit Stórá sigur, at hon er eisini sinnað at taka málið upp um at fáa eitt apotek í Sundalagnum - men tað er ikki við í ætlanini, sum nú fyriliggur.