Fleiri fuglar og plantur í Føroyum eru í stórum vanda fyri doyggja út

Tað er í tøkum tíma at vit fáa eina lóg sum verjir náttúruna. Bøndurnir hava einki at ræðast, halda tey í FNU 

Áki Bertholdsen
12. mai 2023 kl. 08:19

Tað er í tøkum tíma, at vit fáa eina lóg, sum verjir okkara náttúru. Tað halda tey í Føroya Náttúru- og umhvørvisverndarfelagi, FNU.

Í dag fer Løgtingið at atkvøða um eitt uppskot frá Landsstýrinum um náttúruvernd. Alt bendir á, at tað verður samtykt, tí tað er samgongan, sum hevur lagt tað fram, og harafturat eru tað eisini tinglimir úr Sambandsflokkinum, sum taka undir við tí.

Sum vit áður hava skrivað, halda bøndurnir, at hetta verður ein vanlukka fyri teir - men tað hevur samgongan staðiliga afturvíst 
Les meiri um tað her: https://www.dimma.fo/grein/raettindini-hja-bondrum-verda-ikki-avmarkad

Men tey í FNU, halda, at hetta er eitt stig á røttu leiðini. 

– Tað er í tøkum tíma, at Føroyar fáa eina lóg, sum verjir margfeldi í náttúruni, eins og grannalond okkara hava havt leingi, siga tey. 

Tey minna á, at Københavns Zoologiske Museum stendur eitt ræðandi dømi um, hvat ið kann henda, tá ið vit ikki ansa væl eftir náttúruni: Har liggja nevniliga rovini av teimum seinastu gorfuglunum í verðini. Gorfuglurin, sum eisini var í Føroyum, doyði út í 1844.

Jón Kragesteen, formaður FNU, sigur, at ein vandalisti, sum Náttúrugripasavnið gjørdi í 2005, vísir, at 22 plantusløg í Føroyum og 18 fuglasløg, eru hótt ella sera hótt. 

– Millum sløgini, sum kunnu fáa somu lagnu sum gorfuglurin, eru kend fuglasløg, sum lómur, smyril og helsareyði - og nøkur blómusløg, sum eru í vanda, eru hvítur fjallakarsi, skarðsýrusmæra og eingjarbjarnabroddur.

Hesin sami listi vísir eisini, at tríggjar plantur longu eru útdeyðar í Føroyum, nevniliga Reyð várshagasólja, leggstutt fransagras og lyngjavni. Og á listanum yvir fugl, sum eru horvin í Føroyum, síggja vit hipling og skóspurv.

Hóast tey í FNU taka undir við hesum uppskotinum, halda tey kortini, at hetta er ikki meiri enn ein góð byrjan, og at meiri eigur at verða gjørt.

Tey kundu nevniliga hugsað sær, at lógin vardi náttúruna enn betri enn hon ger í uppskotinum.

FNU hevur víst á, at tað var eitt mistak, at ein partur ikki er við í lógini. Tað er ein partur, sum bindur myndugleikarnar, og okkum øll, til at hugsa meiri um náttúruna, tá ið avgerðir verða tiknar.

Tey harmast eisini um, at tað ikki er við í lógini, at náttúrufelagsskapir skulu fáa høvi til at gera sínar viðmerkingar í náttúru- og umhvørvismálum. Og tey harmast somuleiðis um, at tað ikki er við í lógini, at mólendi og vátlendi, skulu verða serliga væl vard. 

Og at enda harmast tey um, at landsstýrið fær ov stórt vald at geva undaksloyvi frá náttúruvernd, tá ið »týðandi samfelagsmál gera tað neyðugt«.