Hetta er eftir at evropeiski miðbankin boðaði frá fyrstu rentulækkingini í fimm ár.
Betri Banki boðaði áður frá rentulækkingum at koma í gildi 16. juli, og í gjár boðaðu bæði Føroya Banki og Suðuroyar Sparikassi eisini frá lækkan í útlánsrentuni og á óbundnum kontum við 0,25 prosentstigum.
Í dag hevur Norðoya Sparikassi eisini sagt frá rentulækkingum í tíðindaskrivi.
Norðoya Sparikassi kunnger, at útlánsrentur lækka við upp til 0,25 prosentstigum fyri bæði privat- og vinnukundar. Innlánsrentan á kontum við uppsøgn verða óbroyttar, meðan innlánsrentan á kontum uttan uppsøgn lækkar við upp til 0,25 prosentstigum. Broytingarnar koma í gildi tann 26. juli 2024 boðar Norðoya Sparikassi frá.