Í dag skylda føroyskar familjur bankunum 13,2 milliardir í bústaðarlánum. Tað vísir ein uppgerð hjá Landsbankanum.
Landsbankin staðfestir eisini, at summi húskir tola ikki rentuhækkingar serliga væl. Tað eru húski við stórari skuld samanborið við inntøkuna, og tað eru húski sum hava lán við broytiligari rentu. Og tað eru eisini húski, sum ikki rinda avdráttir av sínum lánum.
Alt hetta eru húski, sum nú noyðast at brúka ein størri part av síni inntøku til rentuútreiðslur, tí rentan er hækkað.
Landsbankin sigur, at 89,5 prosent av skuldini hjá føroysku húsarhaldunum, er við broytiligari rentu og næstan fýra prosent rinda ikki avdráttir av lánunum.
Tað sæst á talvuni, at serliga síðani 2014 er talið á teimum, sum skylds 3-4 ferðir so nógv sum tey tjena, nógv vaksið - og tað er talið á teimum, sum skylda fimm ferðir so nógv sum inntøkan er, eisini
Samstundis eru tað alsamt fleiri húski hava stóra skuld samanborið við inntøkuna. Í fjør vóru tað 8,9 prosent av øllum føroysku húskjunum, sum skyldaðu meira enn tríggjar ferðir so nógv sum tey tjentu - fyri skatt. Í 2022 var talið 7,5 prosent.
Í fjør tað 200 húski fleiri sum skylda yvir tvær milliónir - og har skuldin samstundis er meir enn tríggjar ferðir so stór um inntøkan.
Av hesum 200, vóru tað 100 fleiri húskir í 2023 enn í 2022, sum skyldaðu ímillum tríggjar og fýra ferðir inntøkuna.
Tað vóru eisini 30 húski fleiri sum skyldaðu millum fýra og fimm ferðir inntøkuna, og 70 húski fleiri, sum skyldaðu meiri enn fimm ferðir inntøkuna hjá húskinum.
Tað sæst eisini, at tað er hjá teimum húskjum, sum skylda mest samanborið við inntøkuna, at skuldin er vaksin.
Avleiðingin av at rentan er hækkað, er, at húsarhaldini noyðast at brúka ein størri part av síni inntøku uppá rentuútreiðslur, enn tey gjørdu áðrenn.
Bankarnir hava eisini upplýst fyri Landsbankanum, at bæði hjá privatum og hjá vinnukundum, er fíggjarstøðan versnað eitt vet orsakað av verkfallinum hjá arbeiðarafeløgunum.
Hinvegin vænta bankarnir, at fíggjarstøðan fer at batna aftur seinni í ár tí at rentan er lækkað.