Fleiri føroyingar ikki fingið løn

Nógv hava í dag lagt merki til, at tey ikki hava fingið løn, sum annars var ætlað

Mynd: Kristian Djurhuus/Ritzau Scanpix
Fríðmundur Nattestad
27. mars 2024 kl. 12:28

Fleiri føroyingar bíða í løtuni eftir at fáa løn fyri páskir. Orsøkin er tó ikki tann, at arbeiðsgevarin ikki hevur rindað lønina, men at ein fíla, sum skuldi flytast frá Elektron til SDC, ikki er komin fram. Hendan fílan skal syrgja fyri, at lønin, sum verður flutt frá einum arbeiðsgevara í einum banka, kemur á konto hjá løntakara, sum hevur konto í einum øðrum banka. Hetta skrivar in.fo.

- Tað verður gjørd eina fíla hjá Elektron, sum verður flutt til SDC, sum ger, at allar bankaflytingarnar millum bankar verða avgreiddar. Men tá Elektron skuldi gera hesa fíluna, so var hon so stór, at hon var ikki klár fyri evsta mark. Tað er tí, at tað eru nógv fleiri flytingar upp undir páskir, enn vanligt er, sigur Føroya Banki í samrøðu við in.fo.

- Talan er tó bara um lønir, sum verða fluttar millum peningastovnar. Um tað er ein løntakari, sum hevur konto í sama banka, sum arbeiðsgevarin brúkar til at flyta lønir, so skuldi alt verið í lagi. Trupulleikin er hjá teimum løntakarum, sum hava konto í einum øðrum peningastovni, enn tann, sum flytir lønir vegna arbeiðsgevaran.

In.fo skrivar at enda, at tey frættu eisini úr Føroya Banka, at lønin sæst á heimagreiðsluni í kvøld ella í morgin.