Fólkavøksturin í Føroyum, er púra uppsteðgaður. Hagstovan sigur, at nú búgv a 54.687 fólk í Føroyum og tað eru 323 fólk fleiri enn fyri einum ári síðani. Tað er ein fólkavøkstur upp á 0,6 prosent sum er nógv minni enn hann hevur verið hesi seinastu árini.
– Fólkavøksturin í Føroyum heldur fram á tíggjunda ári, men vøksturin gerst minni og minni fyri hvørt ár, sigur Hagstovan. Uppgerðin frá Hagstovuni vísir, at nú í juni mánað búðu bara átta fólk fleiri í Føroyum enn í mai.
Støðan er tann, at hetta seinasta árið hava vit havt eitt burðaravlop upp á 140 og eina nettotilflyting upp á 183 fólk. Tað er nógv fólk færri enn tað hevur verið og serliga er nettoflytingin minkað nógv hetta seinasta árið og tað er fyrst og fremst tí at færri eru flutt til Føroya hetta seinasta árið.
Hagstovan sigur, at frá juni 2022 til juni í 2023, vórðu 614 børn fødd og 435 fólk doyði. Tað gav eitt burðaravlop upp á 179. Hetta sama árið fluttu 1.840 fólk til Føroya og 1.519 fólk fluttu av landinum og tað gevur eina nettotilflyting upp á 321 fólk.
Men frá juni í fjør til juni í ár, vórðu 546 børn fødd í Føroyum, ella 68 børn færri enn árið frammanundan. Tað verður partvís uppvigað av, at 406 fólk doyðu, ella 29 færri enn árið frammanundan. Men tað gevur eina nettotilflyting hetta seinasta árið upp á 183, ella 138 færri enn árið frammanundan.
Men serliga áhugavert verður tað, tá ið hugt verður eftir, hvør tað er, sum flytur til og úr Føroyum. Og tann gongdin boðar ikki frá góðum, tí í hesum sambandi sæst, at talið á føroyingum, sum flytur til Føroya, er minkandi og nú flyta fleiri føroyingar úr Føroyum enn tað flyta til Føroyar.
Frá mai 2019 til mai 2020 vóru tað 1.073 fólk við bústaðartilknýti, sum Hagstovan kallar tað, ið fluttu til Føroya og 842 fluttu av landinum. Sostatt fluttu 231 føroyingar fleiri til Føroyar enn tað fluttu úr Føroyum.
Talan var eisini um eina nettotilflyting av føroyingum í 2021, tí tá var hon 197 fólk. Men so kom vend í, tí frá mai 2021 til í mai í 2022, fluttu 878 føroyingar til landið, men 951 føroyingar fluttu av landinum, sostatt var talan um eina nettofráflyting av føroyingum upp á 73 fólk.
Hetta vant upp aftur meiri upp á seg frá mai í 2022 til mai í 2023, tí tá fluttu 777 føroyingar til Føroya men heili 998 átta fluttu av landinum, og sostatt varð talan um eina nettofráflyting av føroyingum upp á 221 fólk.
Men frá mai í fjør til mai í ár, vóru tað 817 fólk við bústaðartilknýti, sum fluttu til Føroya, men 930 fólk við bústaðartilknýti, fluttu av landnum. Sostatt fluttu 113 føroyingar fleiri av landinum enn tað fluttu til Føroya.
Tilsamans merkir alt hetta, at hesi seinastu fýra árini hava vit eina nettoflyting tilsamans upp á bara 21 av fólki, sum hava bústaðartilknýti til Føroyar.
Fólk, sum hava bústaðartilknýti til Føroya, eru fólk, sum antin hava búð í Føroyum minst helvtina av lívinum, ella sum onkuntíð í lívinum hava búð her í minst sjey ár av tíggju samanhangandi árum.
Hesi seinastu árini eru tað, ikki minst, útlendingar, sum eru fluttir higar at arbeiða, men spurningurin er um teir ikki eru vekk aftur, líka skjótt arbeiðið fer at minka aftur.