Í gjáramorgunin var løgeglan á Strondum og kannaði ferðsluna við barnagarðin um tað tíðina, tá ið foreldur, ella onnur, koyra børnini í barnagarð.
Og har kundi skilið verið frægari. Løgreglan sigur, at eini 40 bilar vórðu kannaðir og av teimum vóru tað sjey bilførarar sum fingu bæði bót, og klipp í koyrikortið tí tey høvdu børn í bilinum, sum ikki sótu í trygdarbelti, ella ikki sótu í barnastóli.
Harafturat fingu tríggir bilførarar eina átalu fyri smærri brot. Løgreglan sigur, at onkur av teimum fekk átalu tí tey høvdu børn í bilinum, sum sótu í trygdarnelti - men við ryggsekki á bakinum, og tað er sera óheppið, tí skuldi ein samanstoytur verið, hava tey nakkastúttu og tað kann enda við álvarsligum skaða
Løgreglan gjørdi eisini kanningar við Eysturskúlan í Havn í gjáramorgunin, men har varð eingin skrivaður upp.