Fleiri fólk latið lív í Las Vegas
Ein countrykonsert í Las Vegas bleiv harðliga avbrotin, tá ein maður byrjaði at skjóta eftir fólki
Guðrun í Jákupsstovu
2. oktober 2017 kl. 13:31
Ein countrykonsert í gjárkvøldi, ið var hildin á høvuðsgøtuni í amerikanska býnum, Las Vegas, fekk ein brádligan enda. Ein maður hevur staðið við einum automatvápni í einum hotelli, við útsýni yvir konsertina, og skotið eftir lurtarum á konsertini.
Umleið 20 fólk eru longu deyð og eini 100 fólk eru særd. Hetta upplýsa fleiri útlenskir miðlar.
Løgreglan í Las Vegas kom fram til, at skotið var frá 32. hædd úr hotellinum, Mandalay Bay Hotels. Maðurin, ið skal hava skotið, er funnin og skotin av løgregluni í Las Vegas.
Støðan er enn ógreið, og ringt er at siga, júst hvussu stórt talið er av særdum og deyðum enn.