Í gjár vóru rættiliga ring koyrilíkindi fleiri staðni á meginøkinum og tað hendi eisini fleiri ferðsluóhapp í kjalarvørrinum á tí.
Ein bilur fór út av Millum Fjarða, men bilførarin tendraði ávaringarljósini, og var eisini so umhugsin at lata lyklarnar standa í bilinum fyri at gera tað lættari hjá bjargingarliðnum at fáa bilun burtur.
Seinnapartin í gjár hendi eisini eitt óhapp, har tveir bilar koyrdu sama veg. Men so rendu teir seg brádliga í rættiligt jarðrok. Tann fremsti bilurin steðgaði á, men tað sá bilurin aftan fyri ikki og rendi upp í reyvina á tí fremra bilinum. Løgreglan sigur, at helst eru báðir bilarnar vrak. Og á Rituvíkshálsi fór eisini ein bilur út av.
Seinnapartin í gjár mátti sløkkiliðið eisini niðan á Oyggjarvegin at hjálpa einum útlendskum bilførara, sum hevði rent seg fastan í kavanum.
Og í Hoyvík rendi ein bilførara á ein lyktapela í kavanum, men løgreglan sigur, at hann hevði bara summardekk undir bilinum, so hann fær bót fyri at ábyrgdarleysa koyring.
Men ikki øll ferðsluóhappini høvdu samband við kava og hálku. Á einum parkeringsplássi í Havn hendi eitt óhapp, har tríggir bilar vóru uppi í.
Tað byrjaði tá ið ein bilur, sum koyrdi fram, men fór so at bakka. Bilurin aftan fyri bakkaði undan, men bakkaði á ein bil, sum aftur var aftan fyri hann. Bilførarin, sum bakkaði á, fær skyldina fyri óhappið, men tað var hann alt annað enn nøgdur við, tí hann helt, at tað var tann fremsti bilurin, sum brádliga bakkaði, sum skuldi hava skyldina.
Løgreglan vísti teimum til tryggingina og so avgreiða tey málið sínamillum.
Annars hevur løgreglan tikið nummarpláturnar av heili 23 bilum í nátt, har eigarin ikki hevur goldið vegskatt, nógv tær flestu vórðu tiknar á Skálafjørðinum og aðrastaðni í Eysturoy.