Ongi úrslit

Fleiri ferðafólkaskip til Havnar í ár

Skip hava longu biðið um pláss fleiri ár fram í tíðina

Áki Bertholdsen
11. februar 2025 kl. 14:55

Í ár fara fleiri ferðafólkaskip at koma til Havnar enn tað vóru í fjør. Í fjør vóru 46 ferðafólkaskip í Havnini, men í ár hava 54 skip biðið um pláss.

Tað vísir ein frágreiðing, Tórshavnar Havn hevur gjørt um hetta slagið av ferðavinnu í Havn. Við skipunum, sum komu til Havnar í fjør, vóru tilsamans eini 24.000 ferðafólk

Sostatt verður árið í ár eitt hampiliga gott ár í so máta, tí tað er bara hendingaferð, at yvir 60 skip eru í Havn eitt summar.

Tað mesta, vit vita um, var í 2015, tá ið 63 útlendsk ferðafólkaskip vóru á Havnini.

Hetta slagi av ferðavinnu hugsar nógv ár fram í tíðina og Tórshavnr Havn sigur, at longu nú hava 42 ferðafólkaskip biðið um pláss næsta ár, tíggju skip hava biðið um pláss í 2027 og higartil hevur eitt skip biðið um pláss í Havn í 2028.

Tað fyrsta skipið í ár kemur mikudagin 30. apríl og tað síðsta kemur 25. septembur. Tey steðga bara her í nakrar tímar, so fara tey avstað aftur.

Mest lisið hesa vikuna

Syrgilig vanlukka í Klaksvík: 14 ára gamal lat lív

Í gjár kl. 19:02

Hví sigur Landsbankin ikki alla søguna?

15. sepember kl. 12:09

Danmark fyrireikar kirkjuna til stórkríggj: Kann fáa upp í 20 fallnar hermenn um dagin

13. sepember kl. 15:00

Løgreglan vil tosa við bilførara sum elvdi til óhapp

14. sepember kl. 09:44

Elsebeth: – Eg harmist um mistakið

17. sepember kl. 23:21

Fyrsta fjarstýrda skurðviðgerð av sjúklingi í Føroyum framd

16. sepember kl. 13:11