Tað hevur verið nógv rumbul um listan hjá Javnaðarflokkinum í Tórshavnar Kommunu.
Í farnu viku boðaði tann eini býráðslimurin, Kári Johansen, frá, at hann fer úr Javnaðarflokkinum og hann duldi ikki fyri, at fremsta orsøkin er ósemja við borgarstjóran, Heðin Mortensen.
Seinastu tíðindi søgdu, at tríggir býráðslimir afturat hjá flokkinum, Tróndur Sigurðsson, Bjørg Dam og Suna Mørk stilla heldur ikki uppaftur.
Eisini í hesum føri skal tað vera ósemja við borgarstjóran, sum hevur fingið tey at taka seg av listanum.
In.fo skrivaði, at sum skilst eru býráðslimirnir misnøgdir við, at Heðin Mortensen hevur sagt teimum, at hann ikki stillar uppaftur. Men nú avtornar, stillar hann kortini upp - og harafturat hevur hann fingið dóttrina, Elina Heðinsdóttir Joensen, eisini á listan.
Tað skiltist kortini eisini, at hurðin stóð á gloppið, so kanska vera tey, ella onkur av teimum, á listanum kortini.
Men har onnur fara av, leggjast onnur afturat. Nú boðar Javnaðarflokkurin frá, at 29 ára gamla Barbara Gaardlykke Apol bjóðar seg fram á javnaðarlistanum til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu.
Hon hevur annars umboða flokkin sum varakvinna á Fólkating. Tá ið Barbara fyrstu ferð tók sæti á fólkatingi í 2021, var hon yngsta føroyska fólkatingsumboð nakrantíð. Síðani hevur hon røkt fólkatingsessin fyri Sjúrð Skaale tvær reisur, seinast í vár, sigur Javnaðarflokkurin í tíðindaskrivi.
Barbara hevur verið virkin í Javnaðarflokkinum og ungmannafelagnum SU í mong ár. Eisini hevur hon verið forseti fyri Ungdommens Nordiska Råd. Barbara er útbúgvin búskaparfrøðingur.
Barbara sigur, at hon fer at virka fyri, at Tórshavnar Kommuna verður ein kommuna fyri øll - uttan mun til aldur og fíggjarliga orku. Ein fjølbroytt kommuna styrkir samanhaldið og trivnaðin.
– Vit mugu eisini ásanna, at Tórshavnar Kommuna gongur á odda í at venda gongdini við fólkafráflytingini.
– Kommunan hevur sett gongd á at útstykkja nógv, og hóast tað er gott, so er tað ikki nóg mikið.
Vit noyðast at fáa fjølbroyttari bústaðir – og nýggja heimildin at byggja almannagagnligt skal brúkast, sigur Barbara Gaardlykke Apol.
Samstundis heldur hon, at tað er brúk fyri at fáa fleiri mammur at smábørnum í býráðið og sum tora og vilja gera sítt til, at kommunan raðfestir trivnaðin meir.