Sjálvt um tað nú eru næstan tveir mánaðir, síðan vit her heima høvdu tann seinasta korona-tilburðin, so stendur ikki so væl til í restini av heiminum.
Tað kann staðfestast á yvirlitinum á heimasíðuni Worldometers.info.
Har sæst í kvøld, at nú hava fleiri enn níggju milliónir fólk havt korona-smittuna, av teimum eru umleið 4,8 milliónir fólk sloppin av aftur við smittuna.
Eitt annað, sum eisini er áhugavert er, at tað er talvan yvir tal á smittaðum framvegis hækkar við rúkandi ferð. Millum annað í USA, har tey seinastu dagarnar hava staðfest væl fleiri enn 30.000 nýggjar tilburðir. Tað er hent fyrr, men tá skulu heilt aftur til mánaðarskiftið apríl-mai.
Og samlaða talið av nýggjum tilburðum hevur ongantíð verið so høgt, sum tað var fríggjadagin. Tá vórðu skrásettir 181.000 nýggir tilburðir. Í gjár var talið 157.000 og higartil í dag eru komnir 119.000 nýggir tilburðir afturat. Men enn er nakað eftir av samdøgrinum, so tað talið fer heilt vist at hækka.
Sambært Worldometers.info er korona-smittan nú staðfest í 215 ymiskum londum.
Tað er sjálvandi í teimum stóru londunum, at flestu nýggj tilfeldi vera skrásett. USA er framvegis langt fremst í absoluttum tølum, við næstan 2,4 milliónum tilburðum í alt, og Brasil hevur næstflestar tilburðir við 1,1 millión. Russland hevði í kvøld næstan 600.000 tilburðir og India, sum í gjár og í dag hevur skrásett 15.000 nýggjar tilburðir, táttar í eina hálva millión.
Samanlagt er ein sløk hálv millión fólk deyð við korona, stendur at lesa á heimasíðuni Worldometers.info.