Yvir 2000 eru deyð av jarðskjálvtum í Afghanistan í gjár
Afghanistan varð í gjár rakt av fleiri ógvusligum jarðskjálvtum
Ragnar Sjúrðarson
8. oktober 2023 kl. 13:10
Ein talsmaður fyri stjórnina í Afghanistan upplýsir, at 2.053 fólk hava latið lív, eftir at landið varð rakt av eini røð av jarðskjálvtum í gjár, leygardagin.
Afturat teimum deyðu eru 9.240 fólk særd.
Landsluturin Herat í vestara partinum av landinum er harðast raktur. Her eru sjey bygdir javnaðir við jørðina.
Fyrsti jarðskjálvtin, ið rakti Herat, hevði eina styrki á heili 6,3.
Afturat Herat, eru landslutirnir Farah og Badghis eisini serliga hart raktir.