Í minsta lagið 15 fólk eru deyð av jarðskjálvtanum mánamorgunin. Tó kann vantast deyðatalið veksur nakað aftur at.
Sigur William Powi, ið er ríkisumboðsmaður í landspartinum Southern Highlands.
Í býnum Mendi doyðu fýra fólk tá hús teirra raplaði saman. Trý onnur doyðu tá eitt skriðulop rakti teimum húsið. Hini átta doyðu aðrastaðni í landspartinum. William Powi sigur, at fleiri av teimum deyðu vóru børn og ung.
Fleiri arbeiðspláss eru fyribils niðurløgd vegna jarðskjálvtan, ið er mettur at hava eina styrkið áleiðis 7,5. Fleiri minur og kaffiplantasjur hava fyribils steðga øllum arbeiði.
- Hetta eru fólk, ið ikki hava uppliva slíkan ræðuleika áður. Vit hava tørv á stórari hjálp. Okkum tørvar mat. Infrastrukturin skal byggjast á nýggjum. Fólki tørvar umsorgan, nú tey eru vorðin heimleys.
Sigur William Powi.
Týsmorgunin vildi fleiri lokalir fjølmiðlar vera við, at yvir 30 fólk vóru deyð. Tað talið er kortini ikki alment staðfest. Umleið 300 fólk eru løstaði av jarðskjálvtanum.