Fleiri bústaðir til ymiskar tørvir

Eitt trygt heim hava vit øll rætt til. Tað er neyðugt at økja um útboðið, tí eftirspurningurin bara veksur, og bústaðarneyðin er stór.

Kristianna Winther Poulsen
26. oktober 2024 kl. 16:01

Vit skulu byggja fleiri bústaðir til ymiskar tørvir.

Vit skulu hava 200 nýggjar lestraríbúðir, har ungfólk kunnu búgva og koma saman – eitt oyrasundskollegii í Havn. Havnin er lestrar- og útbúgvingarbýur, men vit hava ikki nóg nógvar bústaðir til næmingar, lesandi og lærlingar. Tíverri síggja vit, at ung í stórum tali flyta av landinum og koma ikki heimaftur. Lestraríbúðir eru ein góð og neyðug íløga.

Vit skulu hava eldraíbúðir, so fólk, tá tíðin er komin, kunnu fara úr teimum stóru sethúsunum og í eina minni íbúð, sum er lættari at halda. Eldraíbúðirnar skulu byggjast fleiri saman, við felagsumhvørvi bæði úti og inni. Soleiðis ber til at skapa eitt hugnaligt sosialt umhvørvi, har fólk lættliga kunnu hitta onnur uttan at noyðast so langt frá húsum. Eisini skal høglig atgongd vera til heilsutænastur eftir tørvi.

Og so skulu vit hava fleiri leiguíbúðir, lutaíbúðir og almannagagnligar bústaðir, sum eru til at betala. Samstundis sum vit halda fram við at stykkja út til sethús.

Høvuðsstaðurin veksur, og vit skulu fylgja við.

Ein bústaður er eitt heim, og ikki ein vøra.

Vel ein sterkan Javnaðarflokk í Tórshavnar býráð. Vit fremja úrslit.

Kristianna Winther Poulsen,

valevni fyri Javnaðarflokkin til Tórshavnar býráð.