Fleiri børn verða nú søgd upp í dagstovninum á Tvøroyri

Á Tvøroyri hava tey fingið ein luksustrupulleika og tey siga, at sjálvandi mugu foreldur og børn á Tvøroyri hava fyrstarætt

Myndin er frá Tvøroyrar Kommunu
Áki Bertholdsen
29. juni 2024 kl. 15:25

Fyrsta dagin fáa foreldur at níggju børnum boð um, at nú mugu tey taka børn síni úr dagstovninum á Tvøroyri.

Hetta er foreldur úr øðrum kommunum, enn Tvøroyrar Kommunu, og sum hava havt børn síni í Mýrifýpini, sum dagstovnurin á Tvøroyri eitur.

Á dagstovninum er pláss fyri 84 børnum, og tá ið pláss hevur verið til avlops, hava foreldur úr øðrum kommunum fingið høvi til at hava børnini á dagstovninum, og so hava tey goldið fyri hvørt barn.

Men nú hava tey á Tvøroyri fingið tað, tey kalla ein luksustrupulleika, og tað er, at foreldur eru flutt á Tvøroyri, og fleiri børn eru komin afturat, og tí er dagstovnurin ovurfyltur.

Ein framskriving vísir, at eftir summarferiuna verða 94 børn í dagstovninum.

Í vøggustovuni eru tríggjar stovur, og leiðarin sigur, at tíggju børn er passaligt at hava á hvørjari stovu, og sostatt er pláss fyri 30 børnum tilsamans. Men eftir summarferiuna eru 36 børn innskrivað at ganga í vøggustovuni.

Í Barnagarðinum verða 58 børn og tað eru fýra børn meiri, enn leiðarin mælir til at hava, tí hann sigur, at 54 børn er tað, sum barnagarðurin ber.

 Børn verða søgd upp

Sostatt eru 10 børn fleiri á dagstovninum enn ráðiligt er, og tað er ein vansi fyri trivnaðin, bæði hjá børnunum, og hjá starvsfólkunum, sigur Jónleyg Bech, sum er forkvinna í Sosialu Nevnd hjá Tvøroyar Býráð.

Samstundis verða børn innskrivað í dagstovn alt árið, alt eftir, sum børn verða fødd, ella foreldur við børnum flyta á Tvøroyri.

Býráðið hevur viðgjørt støðuna í dag og har er full semja um, at dagstovnurin á Tvøroyri skal fyrst og fremst verða til børn í kommununi. Men loypa pláss av, kunnu børn aðrastaðni sjálvandi verða tikin inn.

Men sum støðan er nú, er dagstovnurin ovurfyltur, og tí hevur býráðið samtykt, at børnini úr øðrum kommunum, sum ganga í dagstovnin, mugu fara úr dagstovninum aftur.

Talan er um níggju børn úr øðrum kommunum, sum eru innskrivað í dagstovnin á Tvøroyri, eitt nú er talan um børn úr Hovi og úr Fámjin.

Tí fáa foreldrini at hesum níggju børnunum nú boð um at taka børnini úr dagstovninum í seinasta lagi 30. septembur. Sostatt fáa tey tríggjar mánaðir at útvega sær aðra barnaansing. 

Skuldi tað hent, at tað aftur verður pláss fyri børnum úr øðrum kommunum, sleppa tey inn, men tá fáa foreldur teirra samstundis at vita, at tey skulu verða fyrireikað upp á, at børnini kunnu verða søgd upp aftur við eini freist upp á tríggjar mánaðir, skuldi tørvur verið á plássum til børn av Tvøroyri.

– Tað eru skattgjaldararnir á Tvøroyri, sum hava goldið fyri at gera dagstovnin, so tað er sjálvsagt, at børn á Tvøroyri hava fyrstarætt til at fáa pláss á honum, staðfestir Kristin Micelsen, borgarstjóri.

Býráðslimirnir á Tvøroyri siga, at íløgan í dagstovnin er fyrst og fremst gjørd fyri foreldur og børn í Tvøroyrar Kommunu, og er hann fullur, mugu børn úr øðrum kommunum, víkja plássini.

– Vit hava gjørt eina stóra íløgu, sum hinar kommunurnar, í ein vissan mun, nú sleppa undan at gera, siga býráðslimir á Tvøroyri.