Fleiri børn enn nakrantíð koppsett

Ongantíð fyrr eru so nógv børn koppsett móti lívshættisligum sjúkum, sum seinastu árini

Thomas Gringer Jakobsen og Lív Reynheim
18. mai 2018 kl. 10:49

Nógv børn taka seg undan, tá tey verða prikað í armin ella fáa vaksinu á tunguna, men tað er allarhelst skjótt gloymt aftur. Harafturímóti vara fyrimunirnir við koppsetingini leingi. Og søguliga nógv børn fáa nú ágóðan av hesum møguleikanum. Soleiðis skrivaði alheimsheilsustovnurin WHO, sum spælir ein týdningarmiklan leiklut í framgongdini, fyri stuttum.

Síðani 2010 eru fleiri børn enn nakrantíð áður vorðin koppsett fyri álvarsamar sjúkur, sum kunnu elva til stóran skaða og í ringasta føri eru lívshættisligar. Sudan, Filipsoyggjarnar, Meksiko og Vietnam eru millum tey lond, sum hava tikið seg skjótast fram innan økið. Í India eru eisini stór framstig at síggja – frá 2010 til 2016 lækkaði talið á børnum, ið ikki vóru koppsett, frá 5,3 mió. til 2,9 mió. Og heldur talið fram at lækka í løtuni.

“Vaksinan er millum tær týdningarmestu uppfinningarnar í søguni. Vit skulu ikki góðtaka ein heim, har børn í hópatali lata lív av sjúku, ið lættliga kann fyribyrgjast við bíligum heilivági,” segði aðalstjórin fyri WHO, Tedros Ghebreyesus, í síðstu viku.

Og mongu koppsetingarnar hava longu víst sera góð úrslit. Hættisligar sjúkur, so sum polio og stívkrampi millum nýføðingar, koma næsta ikki fyri í flestu londum longur, og í fjør var fyrstu ferð, at eingin tilburður av stívkrampa varð staðfestur í ávíkavist Etiopia, Haiti og Filipsoyggjunum. Harumframt er útbreiðslan av meslingum lækkað við 84 prosentum síðani 2000, og verður hetta mett at hava bjargað lívunum hjá umleið 20 mió. børnum kring allan heimin.

Umframt at bjarga børnum úr lívsvanda, hjálpir koppsetingin at basa fátækradømi, ið er ein av heimsins størstu avbjóðingum. Heilsutryggingar eru yvirhøvur óvanligar og korini eru sostatt ógvuligani hørð hjá mongum, um tey gerast sjúk. Um ein ikki er førur fyri at arbeiða í eitt tíðarskeið ella einum tørvar dýran heilivág, so er vandin fyri at gerast fátæk ella fátækur sera stórur nógvastaðni í heiminum. WHO metir, at økta nýtslan av vaksinu kann bjarga 24 milliónum menniskjum frá fátækradømi áðrenn 2030.

Hóast góðu úrslitini, eru enn umleið 13 milliónir børn í heiminum, ið ongantíð fáa møguleikan at koppsetast. Tveir triðingar av hesum børnum búleikast í krígsherjaðum londum. Sýria er tað landið, har ið talið á koppsettum børnum er lækkað mest síðani 2010.