Fleiri bilførarar koyra ávirkaðir av rúsevnum enn av rúsdrekka

Hagtøl hjá løgregluni vísa, at rúsevnakoyring hevur yvirhálað rúsdrekkakoyring

Áki Bertholdsen
8. mai 2024 kl. 08:45

Løgreglan ger altíð nógv burtur úr at kanna ferðsluna fyri at vita um bilførarar koyra edrúir. Og tað vit kenna til er, at tá ið bilførarar koyra ávirkaðir, er tað av rúsdrekka.

Men hesa seinastu tíðina er mynstrið nógv broytt, tí vit hoyra alsamt oftari, at bilførarar verða tiknir fyri at koyra ávirkaðir av rúsevnum.

Og hagtølini hjá løgregluni vísa eisini, at tað er ein broyting hend, tí í roynd og veru hevur rúsevnakoyring nú yvirhálað rúsdrekkakoyring.

Hagtølini hjá løgregluni vísa, at til í gjár eru 21 bilførarar tiknir fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum og í gjár varð so ein tikin afturat, so nú er talið komið upp á 22 bilførarar, bara higartil í ár.

Løgreglan sigur, at hesin bólkurin umfatar bæði bilførarar, sum koyra ávirkaðir av rúsevnum og av heilivági, men løgreglan sigur eisini, at higartil í ár er eingin bilførari tikin fyri at koyra ávirkaður av heilivági, so hatta talið upp á 22 er rúsevnakoyring burturav.

Í hesum sama tíðarskeiði, frá fyrsta januar til nú, eru 15 bilførarar tiknir fyri at koyra ávirkaðir av rúsdrekka, so rúsevnakoyring er vorðin vanligari enn rúsdrekkakoyring.

Løgreglan sigur eisini, at higartil í ár er einki ferðsluóhapp skrásett, har tað er ein partur av málinum, at bilførarin var ávirkaður av rúsevnum.

Hinvegin eru seks ferðsluóhapp skrásett, har tað er ein partur av málinum, at bilførarin hevur verið ávirkaður av rúsdrekka. Her er, í øllum førum, talan um ferðsluóhapp uttan fólkaskaða.