Tíðliga í gjáramorgunin, tá ið morgunferðslan var upp á tað mesta, var løgreglan í Leirvík og gjørdi ferðmátingar.
Vanliga loyvt at koyra 50 í bygdum økjum, men summastaðni er hámarksferðin kortini sett lægri enn vanligt av ymsum orsøkum. Mátingarnar í Leirvík í gjár vórðu gjørdar á einum strekki har tað bara er loyvt at koyra 30.,
Og tað lótu fleiri bilførarar seg lumpað av. Tá ið hámarksferðin á einum strekki er sett lægri enn hon vanliga er, skal eisini nógv minni til, áðrenn ein fær klipp í koyrikortið, ella at bilførarar missa koyrikortið.
Har hámarksferðin er 30 kilometrar um tíman, fær ein bilførari klipp, bara hann verður skrásettur at koyra 46 kilometrar um tíman og koyrir hann 51 kilometrar um tíman, er tað nokk til at missa koyrikortið treytað.
Løgreglan sigur, at úrslitið í Leirvík í gjáramorgunin var, at seks bilførarar fingu bót fyri at koyra ov skjótt.
Fýra av teimum fingu eisini klipp í koyrikortið og tveir av teimum mistu koyrikortið treytað, so at teir mugu taka tað av nýggjum fyri at varðveita rættin til at koyra bil.