Fleiri bilførarar fingu klipp fyri ymisk lógarbrot
Eisini ein bussførarar varð tikin í gjár
Áki Bertholdsen
14. august 2024 kl. 08:51
Í gjár kannaði løgreglan ferðsluna við Gøtugjógv og har fingu fýra bilførarar klipp í koyrikortið fyri at koyra ov skjótt. Ein av teimum var førarin á einum bussi.
Í Klaksvík fingu tveir bilførarar 1.500 krónur í bót, og eisini klipp í koyrikortið, fyri at brúka hondhildna fartelefon ímeðan teir koyrdu.
Seinnapartin í gjár varð løgreglan eisini eftir einum manni í Havn, sum gekk á almennum staði og leikaði so í, at fólk ræddust hann. Løgreglan sigur, at hann fær 1.500 krónur í bót fyri at bróta skilhaldsreglurnar.