Fleiri bilar steðgaðir - og ein misti koyrikortið

Hann koyrdi alt ov skjótt

Áki Bertholdsen
18. august 2024 kl. 11:15

Í gjáramorgunin var løgreglan í Sundalagnum og kannaði ferðsluna. Tey vóru har í hálvan annan tíma fyrrapartin í gjár og har vórðu heilt nógvir bilar steðgaðir.

Løgreglan sigur, at allir bilførararnir vóru edrúir, men ein fekk klipp í koyrikortið og 1.500 krónur í bót fyri at brúka hondhildna fartelefon ímeðan hann koyrdi.

Men verri var hjá einum øðrum bilførara, sum koyri alt ov skjótt. Hann koyrdi á einum strekki har tað einans er loyvt at koyra 60, men hesi koyrdi kilometrar um tíman, so hann missur koyrikortið treytað.

Tað merkir, at hann má taka tað umaftur, annars sleppur hann ikki at koyra bil longur. Umframt útreiðslurnar til at taka koyrikortið umaftur, fær hann eisini eina bót upp á einar 2.500 krónur.