Løgreglan hevur havt eitt friðarligt samdøgur. Stóra tiltakið hetta vikuskiftið er G-festivalurin í Gøtu sum fór av bakkastokki í gjár.
Men løgreglan sigur, at tað einasta, tey hava frætt haðani, er, at onkri bilar hava staðið so ófantaliga parkeraðir, at teir hava verið til ampa.
Hinvegin fingu onkir bilar skaða á strekkinum av Kaldbaksvegnum og ígjøgnum kollafjarðartunnilin.
Har fór ein lastbilur við asfalti, men har er okkurt hent sum gjørdi, at hann sletti asfalt á vegin fleiri staðni á Kaldbaksvegnum og í gjøgnum tunnilin. Og tað vóru bilar, sum fingu skaða av hesum.
Somuleiðis vóru tveir bilar við hvønn annan tá ið teir møttust á Saksunarvegnum, har tað er so smalt, at tað krevur lagaliga koyring at fara tann vegin.