Hetta er somuleiðis fyrstuferð, at eitt føroyskt ítróttarlið hevur spælt í eini so stórari kapping - og føroysku dreingirnir eru higartil ósigraðir.
Hóast Serbia er eitt sterkt lið, sum fyri bert einum ári síðani vann bronsu til EM, tala veddingarfyritøkurnar greitt fyri einum føroyskum sigri.
Leygardagin eru hálvfinalur og krossdystir og sunnudagin finala og plaseringsdystir. Allir dystirnir eru í Max-Schmeling-Halle í Berlin.
Vinna Føroyar á Serbia í dag skulu føroysku dreingirnir leika hálvfinalu antin í móti Danmark ella Týsklandi leygardagin.
Um serbar megna at steðga sigursrøðini hjá Føroyum skulu Føroyar leika sonevndar plaseringsdystir um vikuskiftið.
Kringvarpið vísir dystin frá 11.45, og FM1 sendir beinleiðis frá klokkan 11.
Hinir dystirnir í dag eru:
Ísland – Portugal kl 14.45
Ungarn – Kroatia kl 17.30
Týskland – Danmark kl 20.00
Nógvir føroyskir fjepparar eru farnir til Týsklands og eru klárir at heppa á føroysku leikarnar: