Fjarðastevna: Jannie vann FM-sigur nummar 100

Eftir róðurin í Vestmanna í gjár eru bara tvær kappingar eftir, og nú byrjar at síggjast ein mynd av, hvørjir bátar fara at vinna meistaraheitini. Eisini hóast ein nýggjur vinnari var í fyrsta róðrinum hjá teimum vaksnu. Men tað sermerkta við kappingini í gjár var nokk, at Jannie Dam Jacobsen nú hevur vunnið 100 FM-sigrar í kappróðri

Sveinur Tróndarson
10. juli 2022 kl. 16:19

Tað sá rættiliga spennandi út, tá Títlingur í kappingini hjá fimmmannaførum við gentum, 14-16  ár, í gjár flutti seg frá øðrum plássi á Jóansøku til fyrsta pláss. Samstundis kláraði Títlingur at halda Kjósina aftan fyri seg, tað var hon eisini seinast, men hesaferð riggaði ikki so væl hjá fuglafjarðarbátinum, Malunarhavi, sum vann á Vágsfirði.

Úrslitið hevur ikki ta stóru broytingina við sær frammi í oddanum, tí har liggur Kjósin úr Kollafirði til at vinna meistaraheitið, og tað kunnu tær gera hóast tær ongan róður vinna afturat í ár.

Títlingur hevur í løtuni 31 stig, sum eru fimm fleiri enn Malunarhav og seks fleiri enn Títlingur, og tað kann vera torført at fáa aftur í tveimum kappingum.

Annar róðurin í gjár var hjá seksmannaførum við kvinnum, har Jarnbardur – enn einaferð – gjørdi stutta prosess.

Bái havnarbáturin vann við einari góðar bátslongd á Froðbingi, og tað er eisini raðfylgjan í FM-kappingini. Eisini her liggur tað til, at vit vita, hvør vinnarin er, tí Jarnbardur er fimm stig fremst, og hóast tað ber til, so er tað so ósannlíkt, at tað ikki er veruligt, at nakar kann fáa tær aftur. Til tað er munurin aftur til nummar trý alt, alt ov stórur.

Tað sermerkta við hesari kappingini er, at Jarnbardur hevur verið suverenur í nógv ár. Og tað sæst eisini aftur í tølunum á sigrum, hjá teimum, sum rógva við Jarnbardi. Akkurát har stingur róðurskvinnan, Jannie Dam Jacobsen, framúr, tí við sigrinum í gjár er hon komin upp á 100 FM-sigrar í kappróðri, og tað er eitt bragd, sum verður trupult at sláa.            

Hjá fimm mannaførunum hjá dreingjum vann Sílið greiðan sigur eftir at hava fingið ein verri start enn Heykur. Tað virkaði tó, sum ungu menninir á bátinum hjá Havnar Róðrarfelag vistu, hvat teir vóru førir fyri, og heldur enn at fara í panikk hildu teir fast við ta ætlan, sum teir høvdu lagt, og tað riggaði til fulnar.

Umleið miðskeiðis í róðrinum settu teir á, og eftir einari lítlari løtu høvdu teir tikið tað mista innaftur og tikið seg eina bátslongd framum. Og tá bátarnir fóru um mállinjuna var Sílið gott og væl tvær bátslongdir fremst.

Eisini her er FM-kandidaturin greiður, so greiður, at tað væl kann vera, at Sílið longu til næstu FM-stevnu verður kosið sum FM-vinnari.

Hjá áttamannaførunum var tað Knørrur, sum vann enn einaferð. Sigurin var tryggur, men tað gjørdist meira spennandi enn mann kanska hevði roknað við frammanundan. Knørrur byrjaði best, men misti eitt sindur í pettinum eftir byrjunarróðurin, tá bæði Nevið Reyða og Argjabáturin hildu spenningin intaktan.

Tá endaróðurin nærkaðist vísti Knørrur tó, hví hann er so langt fremst sum hann er, og eisini hví hann verður meistari. Tí tað er nevniliga øgiliga trupult at ímynda sær, at nakar klárar at koppa Knørri í ár.

Hjá fimmmannaførunum við gentum, 17-18 ár, var tað ein kapping millum klaksvíksbátarnar Fípun Føgru og Sævarmoy, sum hevði ein góðan dag. Tað endaði við einum týðiligum sigri til Fípuna Føgru, og tað skal vilja óalmindiliga illa til, um ikki Fípan eisini gerst meistari í ár.

Hjá seksmannaførunum hjá monnum vann Páll Fangi ein greiðan sigur framman fyri Hósvíking, sum móti endanum gjørdi púra greitt, at hann er næstbesti báturin í hesum bólkinum.

Hetta er eisini raðfylgjan í FM-kappingini, og tað er altso einki sum leggur upp til, at Páll Fangi ikki skal vinna FM.

Besti róðurin í gjár var tann, har fæst bátar vóru við. Jallurin hevði vunnið alt frammanundan, men í gjár var tað um reppið at tað glapp á stokkinum. Móti endanum eydnaðist tó at fáa stavnin framum, og tað merkti eisini, at Jallurin gerst meistari, tá árið er liðugt.

Tað var tó ikki fyrr enn í allar seinastu tøkunum, at Jallurin vann seg framum. Áðrenn tað vóru tað Blikur og Tambar, sum royndu alt tað, sum teir vóru mentir, og tað sá út til at hepnast.

Hjá tíggjumannaførunum var tað enn einaferð Klaksvíkingur, sum gjørdi bart. Hesaferð kláraði Norðingur at koma eitt sindur nærri enn seinast, so munurin gjørdist ikki ein full bátslongd, men eitt lítið sekund. Tað hevur við sær, at Klaksvíkingur nú er trý stig fremstur í FM-kappingini, og tað sær ikki út til, at nakar kann fáa hann aftur í tí kappingini.

Seinasti róðurin í gjár vóru fimmmannaførini við kvinnum, har Tjaldrið enn einaferð gjørdi bart. Báturin hevur vunnið allar uttan ein róður, og tað skal vilja meira enn óvanliga illa til, um hann ikki skal gerast FM-vinnari eisini.

Neyvu tíðirnar og stig kunnu síggjast inni á síðuni stavnur.fo.