Fiskimaður leikaði í umborð á skipinum

Løgreglan mátti eftir honum

Áki Bertholdsen
3. juli 2024 kl. 11:15

Beint fyri midnátt ringdi skiparin á einum fiskiskipi í Klaksvík til løgregluna at melda, at ein av manningini gekk frá sær sjálvum og hann leikaði so í at tey fingu ikki tosa hann til sættis.

Løgreglan sigur, at tey fóru umborð eftir manninum og handtóku hann. Hann var rættiliga drukkin, so hann varð koyrdur í brummuna at sova rúsin av sær. Løgreglan segði í morgun, at tá ið hann var kólnaður aftur, varð hann sleptur út aftur.

Tey siga, at hann var ikki llur enn á nakran ávísan, og hann gjørdi heldur ongum nakað, so fær heldur ikki bót fyri ólevnaðin í gjárkvøldið