Fiskepigernes Fagforening: Tær áttu bróðurpartin

Hesar "tær" eru kvinnur, ið vóru limir í Føroya elsta arbeiðskvinnufelag og í síni tíð nógv tí máttugasta yrkisfelag, Fiskepigernes Fagforening á Tvøroyri. Fiskepigernes Fagforening er til enn – meira enn so – nú sum limur í Føroya Arbeiðarafelag, her felagið varð limur í 1981

Í dag búgva eini 1770 fólk á Tvøroyri. Í 1922, tá ið Fiskepigernes Fagforening varð stovnað, búðu yvir 2000 fólk á Tvøroyri. Í Havn búðu eini 2500 fólk (Mynd: Sonne Smith)
Sonne Smith
11. apríl 2022 kl. 20:24

Hesar "tær" áttu bróðurpartin í AT, Arbeiðaranna Trolaravirki, á Tvøroyri. Tað vóru Fylking, landsins elsta arbeiðsmannafelag frá 1915, og arbeiðskvinnufelagið, Fiskepigernes Fagforening, sum áttu AT saman. Men tær áttu eitt sindur meira enn "teir" í Fylking. Tær áttu bróðurpartin í AT, sum varð stovnað í 1936. Hetta virkið vaks í tíðini eftir krígslok í 1945 til 1950 og var greitt næststørsta virki í Føroyum við meira enn 400 starvsfólkum eftir J.F. Kjølbro í Klaksvík, ið var landsins størsta virki tá.

Tað hevur undrað mangan at kunna staðfesta, at fátækar fiskagentur skuldu verða førar fyri at útvega kapital til at seta í virkið og feløg av øllum handa slag. Veruleikin var tann, at Fiskepigernes Fagforening var eitt ógvuliga strangt rikið felag. Tað var sera væl skipað, og tær – fiskagenturnar – gingu øgiliga høgt uppí, at fólk guldu sítt limagjald, tí tær ansaðu rættiliga væl eftir tí limagjaldi, ið kom inn.

Hetta var ein grundin til, at tær dugdu so væl í pengaspurningum og soleiðis áttu so nógvar pengar, umframt tað, at tær beinanvegin fingu ein so stóran limaskara upp á 150 til 200 limir. Meginparturin av hesum fiskagentuskara var ognarleysur. Tí var hetta tað rætta høvið at savnast í fakliga fylking, og tær vóru sostatt tær fyrstu til at stovna fakfelag. Tey ognarleysu vóru sjálvsagt tey, ið høvdu størsta tørvin á at fylkjast í fakfelag.

Ein bretskur trolari á Hvítanesi í 1910 (Úr myndasavninum hjá Leivi Nygaard)

Tann demokratiski rætturin
Tá í 1922 brúktu tær sín demokratiska rætt til at skipa seg í fakfelag, sum tilskilað var í sjálvari Grundlógini. Men mótparturin, arbeiðsgevararnir, vóru sanniliga ikki so fegnir um alt hetta, ið hendi fyri 100 árum síðan.

Vit síggja í tí fyrsta sáttmálanum, at hann kemur ígjøgnum við tí praksis, sum var, at hann var lættur at fáa niður á pappír. Men tann næsti sáttmálin, tann frá 1923, skuldi ígjøgnum brotasjógvar og grótlendi, áðrenn partarnir, Fiskepigernes Fagforening og arbeiðsgevararnir, sættaðust og skrivaðu undir. Arbeiðsgevararnir vildu rætt og slætt ikki samráðast við fiskagenturnar. Tað var enntá so galið, at tær søgdu, at skrivaðu teir ikki undir ein sáttmála við teimum krøvum, sum tær høvdu sett, so varð eingin fiskur turkaður. Teir svaraðu aftur, at vórðu tær ikki rímiligar, so viðurkendu teir ikki tær sum fakfelag, og so varð eingin fiskur turkaður í 1923. So har stóð rimmarfast í botni.

Tær vaska fisk á kaini í 1909 (Úr myndasavninum hjá Leivi Nygaard)

Hetta skuldi feirast
Tó, tað varð til ein sáttmála í 1923, og soleiðis ber til at staðfesta, at arbeiðsgevararnir viðurkendu Fiskepigernes Fagforening frá fyrstan tíð. Hetta arbeiðskvinnufelag var til.

Hesin sáttmálin frá 1923 varð fagnaður – hátíðarhildin. Fiskagenturnar hildu eina rimmar veitslu, og hvør limur høvdu bjóðað tveimum monnum við. Her var ov mikið at taka av, tí á Tvøroyri búðu yvir 2.000 fólk tá afturímóti í dag, nú eini 1.770 fólk búgva í býnum.

Henda megnar veitsla er umrødd í skaldsøguni, Fiskimenn, hjá sandvíksskaldinum Martin Joensen. Í gerðabókini hjá Fiskepigernes Fagforening stendur, at forkvinnan heldur røðu, og tað ger formaðurin eisini í bókini hjá Martin Joensen. Forkvinnan heldur eina gløðandi talu um týdningin av fakfelagnum, og at tey nú hava gjørt ein nýggjan sáttmála.

Eitt var, at menninir vóru komnir í fakfelag, men at konufólk nú eisini skuldu koma við kravi um at skipa seg í fakfelag var fremmant hjá fólki yvirhøvur í Føroyum, ikki minst fyri arbeiðsgevararnar, sum als ikki dugdu við slíkum viðurskiftum.

Tað vóru altso nakrar kvinnur, ið gingu undan. Nevndarlimirnir í Fiskepigernes Fagforening sótu eitt ár í senn tey fyrstu fimm-seks-sjey árini. Tað vísti seg at vera vónleyst hjá teimum at sita eitt ár í senn í nevndini, so seinni sæst í gerðabókini hjá felagnum, at fleiri av fiskagentunum vórðu ikki bidnar aftur til arbeiðis. Tær fingu ikki arbeiðsboð. Hesar, ið stóðu á odda í fakfelagnum, millum annað Magdalena Olsen, ið var fyrsti formaðurin (sum tað varð rópt tá). Arbeiðsgevararnir viðurkendu ikki, at arbeiðsfólk, arbeiðskvinnur, fiskagentur, skipaðu seg í fakfeløg. Tað vóru teir ikki vanir við. Teir vóru vanir at ráða fyri og siga, hvar skápið skuldi standa. Tað, at ein annar partur kom inn og skuldi avgera, hvat lønin skuldi vera, hvussu lønarviðurskiftini skuldu vera, tað dugdu teir ikki at góðtaka.

Havnarlagið á Tvøroyri seinast í 1960'unum (Viberg Sørensen eigur myndina)

Mótspælararnir koma inn á vøllin
Fylking var jú stovnað í 1915 sum tað fyrsta fakfelag á landi yvirhøvur. Seinni aftur varð arbeiðsgevarafelagið á Tvøroyri stovnað í 1918 sum ein mótsetningur hjá Fylking. Nú kom so Fiskepigernes Fagforening aftrat í 1922, so at arbeiðsgevararnir høvdu nú tveir mótspælarar.

So við og við sum árini gingu, vandu partarnir á arbeiðsmarknaðinum seg við, at her eru tvey fakfeløg, Fylking og Fiskepigernes Fagforening og Tvøroyrar Arbeiðsgevarafelag. Partarnir samráddust nú hvørt ár ella annaðhvørt ár, alt eftir, hvussu langt sáttmálaskeiðið var.

Men, so komu ringar tíðir í 1920'unum og -30'unum. Mortensen varð lutað sundur í trý í 1927. Ein triðingur av flotanum fór til Vágs, ein triðingur fór á Hvítanes, og ein triðingur varð verandi úti á Tvøroyri. Alt áðrenn teir fóru á húsagang. Eisini Thomsen varð sundurbýtt. Hetta var ein avleiðing av, at tað gekk illa. Heilt illa. Arbeiðið minkaði. Flotin minkaði. Arbeiðsloysið var stórt, og nú avráddi Fylking at stovna Ísvirkið við hjálp frá Løgtinginum og donskum kapitali. Ísvirkið varð bygt frá 1927 til 1929 og varð størsta ídnaðarhús í Føroyum. Sum navnið sigur, var Ísvirkið brúkt til ísfisk, rundan fisk. Higartil hevði alt verið saltfiskur, ið varð vaskaður og turkaður til klippfisk, og tí var Fiskepigernes Fagforening ikki við har. Tær hildu seg til tey mongu fiskaplássini á fjørðinum.

Ísvirkið fór kortini á húsagang í teimum ringu tíðunum.

Vinstrumegin: Úr gerðabókini hjá Fiskepigernes Fagforening í 1922, tá ið felagið varð stovnað. Høgrumegin: Úr gerðabók hjá Driftsráðnum, tá ið AT varð stovnað í 1936

Alt handa slag av virksemi
Í 1934 stillaði javnaðarlistin, Fiskepigernes Fagforening og Fylking upp til sóknarstýrisvalið, og Fiskepigernes Fagforening fekk ein lim valdan í sóknarstýrið. 1. januar í 1935 fekk Javnaðarflokkurin meirilutan í sóknarstýrinum, og Petur Mohr Dam varð sóknarstýrisformaður, har hann varð sitandi til 1957. Síðan var hann løgmaður frá 1958 til 1963 og aftur frá 1967 til 1968. P.M. Dam var borgarstjóri, til hann doyði í 1968. Eftirmaður hansara var Sverri Midjord. Tað fundamentala við hesum var, at sóknarstýrið valdi ein lim í stýrið, Fiskepigernes Fagforening valdi tveir, og Fylking valdi tveir. Tað vil siga, at tann politiska rørslan og arbeiðararørslan vóru tveir partar um eitt felags mál. Hetta var eindømi í Føroyum.

Fiskepigernes Fagforening setti pengar í AT, sum tær høvdu stóra ávirkan á, til felagið fór á húsagang í 1954 eftir, at tað varð umskipað í 1952. Har í AT skipaði Fiskepigernes Fagforening fyri síni egnu keypssamtøku, Tvøroyrar Brugsforening. 13 skip vóru knýtt at AT. Av teimum átti AT níggju, og eitt var í Hvalba, eitt í Porkeri, og tvey hoyrdu til í Fámjin. Í AT var eisini bakarí í kjallaranum, og uppi á loftinum, sum upprunaliga var seglloft, var trolvirki, har kvinnurnar vóru tiltikið kvikar at bøta trol. Har var haraftrat trolskúli. Undir Heygnum á Tvøroyri átti AT eisini eina skipasmiðju, har millum annað skip upp í eini 65 tons vórðu umbygd og umvæld. Og so hevði AT heilsølu og seymideild og klædnadeild. Henda stórfyritøka á Tvøroyri umsat omaná alt Landshandilin, sum Løgtingið stovnaði undir krígnum. Núverandi Landshandilin varð avleiddur av tí, sum Løgtingið stovnaði. Hann varð privatiseraður.

Í øllum hesum virkseminum var Fiskepigernes Fagforening høvuðspartaeigari.

Fiskepigernes Fagforening fór upp í Føroya Arbeiðarafelag í 1981, tá ið konufólk fingu somu løn sum mannfólk, og er nú eitt lokalfelag undir tí víðfevndu paraplyini hjá Føroya Arbeiðarafelag.

Bannarin hjá Fiskepigernes Fagforening

Frá TB til Margaret Thatcher
Fiskepigernes Fagforening virkaði heilt frá tí degi, felagið varð stovnað í 1922 fyri betri korum hjá verkafólkum á landi. Tær býttu pengar út til einkjur bæði á Toftum, í Hovi og á Tvøroyri. Tær fíggjaðu sentralvarman í Tvøroyrar kirkju í 1936. Hetta fakfelagið var við í øllum møguligum lokalum virksemi, eitt nú ítróttarfeløgum og ikki minst TB, landsins elsta fótbóltsfelag, tá ið TB-húsið varð bygt í 1967, og tað var Fiskepigernes Fagforening, ið læt Froðbiar Sóknar Róðrarfelag neystagrundina hjá AT undir Heygnum í 1950.

Tað var tað lokala, men so lótu tær eisini pengar til ein skúla í Vietnam í 1975, tá ið kríggið har endaði. Seinni aftur – í 1980'unum – lótu tey bretska kolanámsformanninum, Arthur Scargill, pengar sum hjálp í kolanámsstríðnum við Margaret Thatcher, forsætisráðharra.

Til seinast er ikki at gloyma, at Fiskepigernes Fagforening var ein av høvuðsstuðlunum at seta Tvøroyrar Flakavirki í gongd í 1972. Og longu í 1978 setti Fiskepigernes Fagforening 1.000 krónur av um mánaðin til at stovna ein barnagarð. Hetta varð hækkað í 1986 upp í 2.000 krónur um mánaðin. Barnagarðurin stóð liðugur í 1990.

Sum eitt kuriosum kann nevnast, at í 1972, tá ið Fiskepigernes Fagforening fylti 50 ár, lótu Tvøroyar kommuna og Føroya Landsstýri felagnum hvør sínar 5.000 krónur, til samans 10.000 krónur í gávu. Tað vóru nógvir pengar tá. Tað svarar til einar einar 130.000 krónur í dag, nú felagið fylti 100 ár 29. januar. Hesar pengarnar visti felagið, hvat tað skuldi brúka teir til.

Samanumtikið ber næstan til at siga, at lutfalsliga man Fiskepigernes Fagforening hava verið eitt at heimsins virknastu fakfeløgum, so hvat annað kundi verið vert at nevna kemur undir: You name it!

Heimild: Kári Jespersen, savnsleiðari, og Jens Pauli Nolsøe, savnsvørður, á Tvøroyrar Skjalasavni.

 Sunrid Vang er forkvinna í Fiskepigernes Fagforening í dag. Tað sæst, at Sunrid eins og felagið, hon umboðar, altíð er fús at stuðla TB, Føroya elsta fótbóltsfelag frá 1892

Modell hjá Tvøroyrar Skjalasavni av trolaranum Phoenix, sum Fiskepigernes Fagforening eisini áttu í fyrst í 1990'unum

Hetta fiskaplássið á Tanganum á Tvøroyri verður støðið undir eini standmynd, ið verður reist her í næstum til heiðurs fyri Fiskepigernes Fagforening