Fiskavøruútflutningurin minkaður 820 milliónir krónur

Fiskavøruútflutningurin er minkaður 819,7 milliónir krónur, ella nærum 8 prosent. Útflutningurin av laksi, toski og fóðri gongur fram, meðan útflutningurin av øðrum fiskasløgum gongur aftur

hagstova.fo
15. oktober 2024 kl. 22:52

Samlað var útflutt fyri 11,9 milliardir krónur í uppgerðarárinum frá september 2023 til august 2024. Tað er ein góð milliard krónur minni enn undanfarna skeið.

Útflutningurin fyri august er nú gjørdur upp, og í talvunum niðanfyri ber til at síggja útflutningin tíðarskeiðið september 2023 til august 2024 samanborið við undanfarna tíðarskeiðið.

Fiskavøruútflutningurin er minkaður 819,7 milliónir krónur, ella nærum 8 prosent. Útflutningurin av laksi, toski og fóðri gongur fram, meðan útflutningurin av øðrum fiskasløgum gongur aftur. Minkingin í bólkinum "Ikki fiskur" stavar fyri tað mesta frá minni útflutningi av brennievni og skipum. 

Útflutningurin av laksi er vaksin 587,6 milliónir krónur. Virðið er vaksið við næstan 11 prosentum og nøgdin er vaksin góð 17 prosent.

 Myndin niðanfyri vísir útflutningin skiftan á ISSCFC fiskavørur. Tað hevur seinastu árini verið ein vøkstur í útflutninginum av fiskamjøli, fóðri og lýsi. Sum talvurnar omanfyri vísa, er útflutningurin av fiskamjøli og lýsi minkaður 591 milliónir krónur seinasta árið.