Fiskavøruútflutningurin minkaður 167 milliónir krónur

Samlaði útflutningurin í 12-mánaðarskeiðnum frá apríl 2023 til mars 2024 var 12,5 milliardir krónur. Tað eru 552 milliónir krónur minni enn undanfarna skeið.

Terji Nielsen
18. mai 2024 kl. 20:59

Útflutningurin í mars er nú gjørdur upp, og nú ber til at síggja útflutningin fyri tíðarskeiðið apríl 2023 til mars 2024 samanborið við undanfarna tíðarskeiðið, skrivar Hagstovan.

Fiskavøruútflutningurin er minkaður 167 milliónir krónur, ella 1 prosent. Minkingin stavar serstakliga frá minking í útflutninginum av makreli, ið er minkaður við 347 milliónum krónum, ella 27 prosentum.

Útflutningurin av laksi stendur nøkulunda í stað. Virðið er vaksið við tveimum prosentum og nøgdin er minkað við einum prosenti.

Bæði útflutningsvirði og -nøgd av sild er farið upp. Útflutningsvirðið er vaksið við 6 milliónum krónum, meðan nøgdin er vaksin góð 7 túsund tons, ella 12 prosent.

Vørur sum toga útflutningin uppeftir eru fiskamjøl, lýsi og vørur ikki til mannaføði - eitt nú slógv. Her er vøksturin 598 milliónir krónur.