Firvaldur vann sannførandi ólavsøkusigur

5-mannafør kvinnur: Hóast tær í dag vóru langt frá sigrinum, so hava tær umborð á Fípuni Førgru vunnið sannførandi FM heiti

Jóannes Hansen
28. juli 2023 kl. 16:46

Fyrsti setningurin hjá øllum kapprógvarum er at vinna FM heitið. Hjá øllum teimum, sum tað ikki eydnast at vinna FM snýr tað seg um at vinna á ólavsøku.

FM heitið í 2023 endaði í Klaksvík. Tað var mest sum greitt longu undan ólavsøkuróðrinum, tí Fípan Fagra í stigum var so langt undan hinum bátunum.

Fípan Fagra vann fýra tær fyrstu FM kappingarnar, og tey 28 stigini løgdu góðan botn undir kappingarárið hjá teimum í Klaksvík, sum nú eru føroyameistarar.

Á vestanstevnu vann Firvaldur av Tvøroyri eftir sera spennandi kapping við Fípuna Føgru úr Klaksvík.

Í dag var eingin ivi um, hvør manningin var tann besta. Firvaldur av Tvøroyri var beinanvegin framvið, og avrikið hjá Firvaldi var sera sannførandi. Tá ið Firvaldur fór um málið, vóru tað tvær bátslongdir aftur til næsta bátin. Firvaldur er næstfremtur í FM kappingini.

Kappingina um næstfremsta plássið vann Erla Kongsdóttir úr Fuglafirði, sum tað mesta av einari bátslongd undan Fípuni Føgru, sum var stavnin undan Tjaldrinum.