Fípudreingirnir fóru við øllum

5-mannafør dreingir 17 – 18 ár: Teir vunnu bæði ólavsøkusigurin og FM heitið

Jóannes Hansen
28. juli 2023 kl. 17:59

Í alt summar hava dreingirnir umborð á Fípuni Føgru verið sera suverenir. Tá ið teir í morgun saman við øllum tí stóra flotanum hjá Klaksvíkar Róðrarfelag fóru á ólavsøku, høvdu teir seks sigrar í seks kappingum í viðførinum.

Nú hava teir kappast fyri sjeyndu ferð í summar, og aftur í dag vunnu teir. Harvið eiga teir fyri hetta róðrarárið sjey stevnusigrar og eisini FM heitið. Teir vóru bara 14 ára gamlir, tá ið teir fyrstu ferð bjóðaðu seg fram í dreingjakappingini, sum tá fevndi um dreingir 14 – 18 ára gamlir. Tá vunnu teir FM. So hildu teir frí frá kappróðri, og nú endaðu teir dreingjakappingina við maner. Ivaleyst fara fleiri av teimum næsta ár at vera at síggja umborð á Páll Fanga, Nevinum Reyða ella kanska Klaksvíkingi.

Í dag kappaðust teir ímóti tveimum bátum hjá Havnar Róðrarfelag. Drekin hekk væl uppií, hóast hann endaði á triðja plássi. Sílið bjóðaði Fípuni Føgru av álvara av, og Sílið var fremst í startspurtinum, og tá ið bátarnir komu inn ímóti Molanum. So svaraði Fípan Fagra av álvara aftur, og sum bátarnir fóru framvið Molanum kendist tað sum um, at tøkini munaðu eitt lítið vet meiri hjá klaksvíksdreingjum, enn tey gjørdu hjá havnardreingjum, sum tó ongantíð mistu Fípuna burtur.

Tá ið bátarnir fóru um málið, var tað ein hálv bátslongd frá Fípuni og aftur til Sílið, sum var eina lítla bátslongd undan Drekanum.