Ongi úrslit

Fínteljingin broytir úrslitið í Runavík

Í lutakasti við Jonhard Danielsen er Jóhan Vest í Oyndafirði komin í býráðið

Jonhard Hammer
13. november 2024 kl. 16:33

Í gjárkvøldið fekk Oyndarfjørður ongan lim í býráðið í Runavík. Elin Klein Joensen, sum var í býráðnum, stillaði ikki uppaftur. Oyndfirðingar stillaðu Jóhan Vest upp. Hann fekk 101 atkvøður og manglaði eina atkvøðu í at verða valdur.

Í dag hevur fínteljing verið. Eftir at tað var fíntalt stóð á jøvnum millum Jóhan Vest og Jonhard Danielsen, sum báðir fingu 101 atkvøður. Tá ið Jonhard Danielsen í gjárkvøldið var áttandi og síðst valdi býráðslimurin á lista A, var í dag neyðugt við lutakasti millum Jonhard Danielsen og Jóhan Vest, og tað lutakastið vann Jóhan Vest, sum nú er býráðslimur. Í gjárkvøldið var atkvøðutalið hjá Jonhard Danielsen 102, men í fínteljingini í dag var talið 101.

Jonhard Danielsen var valdur fyri fýra árum síðani. Nú hann ikki er býráðslimur, eru seks av ellivu býráðslimum í Runavíkar kommunu nýggir. Umframt Jóhan Vest eru teir Jógvan Andersen, Sigrun Jónsveinsdóttir, John Andersen, Arnfinn Langgaard og Bogi Hansen.

-Hetta vóru óvæntað boð at fáa, sigur Jóhan Vest.

Jóhan Vest var býráðslimur í valskeiðnum 2017 – 2020.

Hvat fert tú at raðfesta?

-At arbeiða fyri alla kommununa. Tá ið eg búgvi í Oyndarfirði, so hevði tað verið gott, um vit fingu betra um busssambandið, so børnini kundu fingið betri møguleika at ferðast til frítíðarvirksemið í kommununi.

Hvønn fert tú at peika á at vera borgarstjóri?

-Eg vóni, at talan verður um breitt samstarv, sum tað plagar at vera. Fólkið hevur talað, og úrslitið vísir greitt, at tað ikki er nøkur orsøk at skifta borgarstjóran út, sigur Jóhan Vest í Oyndafirði.

Mest lisið hesa vikuna

Ein ungur maður vildi gera av við seg

27. juli kl. 08:40

Í kristnum samkomum hanga ísraelsk fløgg, meðan Ísrael leggur Gasa í oyði. Hví?

Í gjár kl. 07:15

Ferðafólk við Smyrli fingu ampa av einum el-bili á biladekkinum

30. juli kl. 17:25

Sera lítið skil á

29. juli kl. 10:30

Hetta er hamrandi órættvíst - og hetta standi eg ikki modell til

20 tímar síðan

Bjarni Hammer fær átalu frá partamonnum

Í gjár kl. 17:15