Kemur tú fram á ein deyðan fugl, er tað ein, sum fegin vil hava hann. Og tað er Jón Aldará, lívfrøðingur á Tjóðsavninum, sum samlar upp á deyðar fuglar.
– Í hesi ilsligu og køldu heystartíð er ikki óvanligt, at fuglar koma illa fyri av ymsum ávum, staðfestir Tjóðsavnið.
Teir fuglar, sum standa til at bjargast, skulu bjargast. Men tað eru kortini nógvir, sum doyggja og. tað er ein syrgiligur partur av lívsins gongd, sigur Tjóðsavnið.
Men tey siga eisini, at hesir deyðu fuglarnir kunnu kortini koma vísindini, og sostatt eisini samfelagnum, til góðar.
Ein deyður fuglur er hevur óteljandi upplýsingar í sær, og tí samla tey á Tjóðsavninum deyðar fuglar til alskyns gransking og kanning, og til eina framýning.
– Samstundis hava vit møguleikan at goyma fuglarnar í óavmarkaða tíð, og á tann hátt eru vit eisini ein depil, sum aðrir granskarar kunnu gagnnýta.
Tey gera kortini vart við, at fuglarnir tey. taka ímóti, skulu vera heilt nýliga deyðir og nakað nevnivert av roti skal ikki vera komið í teir.