Finnur Fríði verður á Gøtu umleið kl. 15
Dópur og móttøka verða um trítíðina seinnapartin
Eysturkommuna
24. august 2024 kl. 13:52
Finnur Fríði fór úr Skagen tíðliga seinnapartin hósdagin, og verður inni á Gøtuvík umleið kl. 15:00 í dag, leygardagin 24. august. Skipið verður at síggja á víkini nakað áðrenn tað.
Dópur og móttøka verða um trý – tíðina við sangi og røðum við kaiina í Norðragøtu. Reiðarí og manning vóna, at nógv fólk koma at gleðast saman við okkum. Høvi verður hjá øllum at vitja skipið, og ábít verður at fáa.